Sum kunnugt verða oyggjaleikirnir á Álandi í døgunum 27. juni til 4. juli 2009. Fyribils hava vit tilmeldað 111 aktiv ítróttafólk í ítróttagreinunum badminton, bogaskjóting, borðtennis, fimleiki, flogbólti, frælsum ítrótti, golf, judo, skjóting, svimjing og tennis.

Enn er ikki endaliga greitt hvussu verður við innivisti og ferðing, men væntandi verður greiði fingið á hesum í næstum.

Heimasíðan hjá leikunum er www.natwestislandgames2009.ax

Kykmyndir frá ítróttaøkjunum Álandi eru at finna her.