Almenna fundarrøðin kring landið um rørslu heldur fram. Mánakvøldið 4. mai klokkan 19.30 vitjar rundferðin í Suðuroy.
Rørsluárið er fyri øll, ung sum gomul, kvinnur og menn, norðanfjørðs, sunnanfjørðs, ja øll. Tí verður nú skipað fyri almennum fundum um rørslu kring landið. Á fundunum fáa áhugað høvið at hoyra, hvussu vit kunnu fáa fólk at røra seg meira á arbeiðsplássum, barnagørðum, skúlum, ellisheimum og í frítíðini annars.
Rørslufundur verður í Miðnámsskúlanum í Hovi mánakvøldið við hesari skrá:
• Vælkomin – Kaj Leo Johannesen, løgmaður og Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum bjóða vælkomin
• Hvussu nógv røra vit okkum í Føroyum? – Pál Weihe, formaður, Fólkaheilsuráðið
• Hvat ítróttafeløgini kunnu gera? – umboð fyri ÍSF
• Føroyar í rørslu: Nøkur dømi um ítøkilig átøk fyri at fremja rørslu í 2009
• Býarskipan og rørsla – Dávur Winther, mentanarleiðari, Klaksvíkar Kommuna
• Eldri og rørsla – Benadicta Ellingsgaard, fysioterapeutur og Martha Reyðberg, ergoterapeutur, Nærverkið
• Rørsla á arbeiðsplássinum – Hákun Djurhuus, stjóri, SEV
• Rørsla hjá børnum og ungum í skúlum – umboð fyri skúlaverkið
• Rørsla hjá børnum á dagstovnum – Jacob Skaaning, pedagogur, Útibarnagarðurin Mýrifípan
• Kjak um, hvat kann gerast á staðnum
Tað eru Fólkaheilsuráðið og ÍSF, sum saman við landsstýrismanninum í heilsumálum, ið eru stigtakarar til rundferðina. Almennu fundirnir eru ókeypis.
Rundferðin ”Føroyar í Rørslu”
28. apríl: Klaksvík
30. apríl: Sandoy
4. mai: Suðuroy
5. mai: Eysturoy
6. mai: Vágar