Norðurlandahúsið mikudagin 11. mars 2009 kl. 13:00 – 16:30

2009 er rørsluár. Endamálið við rørsluárinum er at fáa so nógvar føroyingar sum gjørligt at røra seg meira í gerandisdegnum.

Sum startskot til rørsluárið skipa Heilsumálaráðið, Fólkaheilsuráðið og ÍSF í felag fyri ráðstevnu um ”Føroyar í rørslu”. Vit fara við hesum at bjóða myndugleikum, kommunum, stovnum, ítróttarfeløgum, fyritøkum, fakfeløgum og øðrum áhugaðum til ráðstevnuna. Endamálið við ráðstevnuni er bæði at kunna um gagnligu árinini av likamsvirkni og at skipa eitt framhaldandi samstarv partanna millum fyri at skapa betri karmar fyri og eggja og stuðla undir økta likamsrørslu millum borgararnar.

Skrá
Kl. 13:00 – 13:20 Vælkomin
Kaj Leo Johannesen, løgmaður og landsstýrisfólk bjóða vælkomin

Kl. 13:20 – 13:30 Hvussu nógv røra vit okkum í Føroyum?
Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum

Kl. 13:30 – 14:05 Kropslig venjing og heilsa – er kvalitetsmunur á venjingarhættum?
Magni Mohr, ph.d. í human fysiologi, hevur drúgvar royndir sum fysiskur venjari í ítrótti í heimligum og altjóða høpi

Kl. 14:05 – 14:10 Rørsla

Kl. 14:10 – 14:45 Finsku royndirnar við at fáa politikararnar at taka undir við likamsvirknisætlanum
Ilkka Vuori, professari, ph.d., lækni, verkætlanarleiðari á ES fíggjaðu verkætlanini Evropa í rørslu, ráðgevi og serfrøðingur í fleiri altjóða felagsskapum t.d. WHO, ES og Evroparáðnum

Kl. 14:45 – 15:10 Steðgur – okkurt leskiligt verður at fáa

Kl. 15:10 – 15:45 Íkastið frá ítróttafeløgum til fólkaheilsuna gjøgnum likamsvirkni
Bengt Sevelius, heiðursforseti í European Non-Govermental Sports Organizations og fyrrv. aðalskrivari í svenska ítróttasambandinum

Kl. 15:45 – 16:25 Føroyar í rørslu: Nøkur dømi um ítøkilig átøk fyri at fremja rørslu í 2009

Hvat ítróttafeløgini kunnu gera
Sølvi Reinert Hansen, ÍSF-forseti

Gongu- og súkklugøtur
Armgarð Steinhólm, verkfrøðingur, Landsverk

Býarskipan og rørsla
Dávur Winther, mentanarleiðari, Klaksvík

Eldri og rørsla
Benadicta Ellingsgaard, fysioterapeutur og Martha Reyðberg, ergoterapeutur, Nærverkið

Rørsla á arbeiðsplássunum
Hákun Djurhuus, stjóri í SEV

Rørsla hjá børnum og ungum í skúlum
Óli Jákup Joensen, skúlaleiðari

Ítróttabarnagarður á Svangaskarði
Tóra Johannessen, dagstovnaleiðari

Kl. 16:25 – 16:30 Samandráttur
Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum

Málbólkur
Ráðstevnan er ætlað øllum – tó serliga myndugleikum, kommunum, stovnum, ítróttafeløgum, fyritøkum og fakfeløgum.

Tíð og stað
Ráðstevnan ”Føroyar í rørslu” verður í Norðurlandahúsinum, mikudagin 11. mars 2009, kl. 13:00 – 16:30.

Tilmelding
Tilmelding fer fram hjá Fólkaheilsuráðnum á fhr@folkaheilsa.fo ella á telefon 304015.

Kostnaður
Ráðstevnan er ókeypis.