Triðja árið á rað skipa ÍSF og Setrið í felag fyri spennandi ítróttarástevnu. Eins og undanfarin ár er skráin full av viðkomandi føroyskum fyrilestrum, framløgum frá útlendskum granskarum og kjaki. 
Ráðstevnan hevur fingið heitið: Ítróttur er meira enn bara ítróttur. Aftur í ár taka vit støði í bæði børnunum, breiddini og teimum bestu. 

Fyrsta evnið verður »ítróttur og samfelag: sólskinssøgur og veruleiki«. Hetta evnið tekur útgangsstøði í børnunum, og vit fáa nýggja føroyska vitan – eins og vitan úr øðrum londum.

Annað evnið verður »ítróttur sum heilivágur«, har vit m.a. hoyra ein føroying greiða frá, hvussu
økt rørsla hevur minkað um heilivágin, umframt sjónarhornið hjá fleiri føroyskum kommununum, og hvussu tær síggja sína ábyrgd, tá tað kemur til ítrótt, ábyrgd og møguleikar.

Triðja evnið verður »úrvalsítróttur – at lyfta føroyska potentialið«. Her fara landsliðsvenjari og ítróttstjóri úr hondbólti og fótbólti at greiða frá, hví tað gongur so væl í løtuni – umframt at vit hoyra um útlendska gransking í dátudrivnari styrkivenjing. 

Eisini verður kjak og høvi at seta spurningar.

Málbólkurin er lands- og kommunalmyndugleikar, ítróttasambond, ítróttafeløg, fakfólk, foreldur og onnur áhugað.

Ráðstevnan er ætlað sum íblástur hjá fólki, sum eru virkin í ítrótti, starvast við børnum, eru partur av politisku skipanini ella arbeiða innan kommunala geiran og heilsuverkið.

Neyvari skrá og tilmelding á: www.atgongumerki.fo

Myndir og samanumtøka frá ráðstevnuni um ítrótt 2025: “Frá spælandi børnum til stór avrik”