Røða, sum forsetin Petur Elias Petersen, helt á 75 ára føðingardegnum:

Góðu gestir

Tað er mær ein heiður at kunna siga nøkur orð hesa hátíðarløtu, nú vit halda 75-ára stovningardag ÍSF.

Vit, sum í dag manna stjórn og nevnd ÍSF, njóta gott av tí framskygni, stovnarar ÍSF høvdu í 1939, og tí arbeiði, sum eftirfylgjandi ábyrgdarfólk í felagsskapinum hava gjørt síðani. Ítróttasamband Føroya hevur sum felagsskapur við einari støðugari tilgongd ment seg hesi 75 árini.

Vit, sum mannað hava stjórn ÍSF hesi árini, vita, at talan kanska ikki altíð hevur verið um eina tilvitaða og skipaða menning, men at hon er hend so við og við, sum ein avleiðing av støðugt broyttum fortreytum, nógvum orðaskifti og hørðum arbeiði – ein støðug tillaging í bestu meining.

Fyrr í dag fingu vit, í Posthúskjallaranum, í hendi snotiliga bók, ið greiðir frá søguni hjá ÍSF og føroyskum ítrótti við denti á tey seinastu 25 árini. Saman við bókini, ið var gjørd í samband við 50-ára dagin í 1989, minna hesar bøkur okkum á høvuðstættirnar í søgu ÍSF.

Millum serligu frambrotini kunnu nevnast skipanin við sersambondum, altjóða limaskapirnir hjá ymisku ítróttagreinunum og oyggjaleikirnir, sum Føroyar hava verið við til at ment frá síni byrjan í 1985. Handan hesar yvirskiftir liggur tó alt tað dagliga arbeiðið, sum krevst fyri at halda lív í føroyskum ítrótti, bæði yvirskipað og lokalt.

So kann spyrjast: Er ÍSF neyðugt og viðkomandi í dag, nú 16 sterk sersambond taka sær av dagliga virkseminum innan sína ítróttagrein? Mítt svar er, at ÍSF er meiri viðkomandi nú enn áður. Við fjølbroytta ítróttalandslagnum í Føroyum við so nógvum virksemi, er neyðugt at ein landsfelagsskapur samskipar virksemi og veitir serkønar tænastur til sersambond og feløg kring landið. Samskiftið er somuleiðis nógv við almennar myndugleikar og altjóða felagsskapir.

Sum persónliga anekdotu kann en nevna, at pápi mín, Niels Marius Petersen, var stjórnarlimur í ÍSF frá 1955 til 1966, og at ÍSF og ítróttararbeiði tí altíð hava verið ein partur av heiminum, sum eg vaks upp í. Og soleiðis er hjá flest øllum familjum kring Føroyar. Vit hava eitt hvørt tilknýti til føroysku ítróttarrøsluna, sum er størsti sjálvbodni felagsskapurin í landinum.

Eg trúgvi, at vit øll kunnu taka undir við, at hóast nógv tíð verður nýtt til sjálvboðið ítróttararbeiði, so ber arbeiði lønina í sær sjálvum. Uttan mun til, um vit eru virkin í feløgum, sersambondum, ÍSF ella undirnevndum tess, so gevur hetta arbeiði okkum upplivingar fyri lívið, sum vit høvdu verið fatækari fyriuttan. Vit læra somuleiðis nógv um hvønn annan, aðrar tjóðir og ikki minst um okkum sjálvan.

Eg vil at enda nýta høvið at takka tykkum øllum, sum gera hesa løtuni so hugnaliga saman við okkum í kvøld, starvsnevndar- og sjórnarlimum, limum í undirnevndum hjá ÍSF, Tórshavn Býráð og ikki minst makunum, sum so trúliga stuðla okkum og mugu taka manga vaktina, tá ítróttararbeiðið krevur okkara innsats.

Ein tøkk má eisini fara til almennar og kommunalar myndugleikar, sum í verki viðurkenna stóra týdningin, sum ítrótturin hevur, og sum spæla við, tá íløgur skulu gerast í ítróttarverkløg, og tá tørvur er á beinleiðis stuðli til arbeiði. Solmuleiðis eiga mongu sponsorarnir, sum fegnir seta sítt navn í samband við Ítrótt, stóra tøkk uppiborna. Uttan stuðulskrónirnar vóru lunnar ikki undir arbeiðinum hjá feløgum og sersambondum. Partur av øllum hesum eru eisini miðlarnir, sum eldhugaðir so trúliga greiða frá virkseminum kring landið, og tá føroyingar kappast úti í heimi. Tað kemst ikki av sær sjálvum, at ítrótturin fyllir so nógv í føroyska samfelagnum. Tí er neyðugt, at vit øll lyfta í felag.

Við vón um blíðan byr fyri føroyskan ítrótt.

Takk fyri