Á aðalfundinum í dag legði forsetin í Ítróttasambandi Føroya síðstu 28 árini, Heðin Mortensen, frá sær og varð útnevndur heiðurslimur í ÍSF. Á eftirfylgjandi forsetavalinum hevði Sølvi Reinert Hansen munin á hinum valevninum, sum var Annsy Høghamar, og sostatt er Sølvi nú nýggjur ÍSF-forseti.

At føroyski ítróttaheimurin var spentur upp á valið, skiltist á øllum brøgdum, tí bæði feløg og sersambond vóru væl umboðað, og ikki færri enn 75 gildugar atkvøður vóru møttar á aðalfundinum hjá Ítróttasambandinum fyrrapartin í dag.

Spenningurin var eisini stórur undir uppteljingini, tí leingi var sera javnt millum Annsy og Sølva. Men tá komið var væl áleiðis í uppteljingini, stóð greitt, at Sølvi Reinert Hansen var valdur til nýggjan ÍSF-forseta við 49 atkvøðum, meðan Annsy fekk 26.

Sølvi takkaði fyri álitið og lovaði aðalfundinum, at hann skuldi gera sítt besta komandi tvey árini, sum valskeiðið er. Hann legði eisini dent á, at ein av fremstu uppgávunum verður at gera Ítróttasambandið enn sjónligari.

– Við 15.000 íðkandi føroyingum eiga vit triðingin av Føroya fólki, og eingin kann sum vit taka eitt tak fyri føroysku fólkaheilsuna. Vit skulu fortelja, at tað er stuttligt at íðka ítrótt, so skulu vit nokk fáa fleiri við okkum, segði Sølvi Reinert Hansen millum annað.

Fleiri tóku orðið
Eisini Annsy Høghamar takkaði fyri tann stuðul, hon hevði fingið á valinum. – Hetta hevur verið stuttligt og spennandi, og eg ivist ikki í, at føroysk ítrótt við Sølva á odda er í góðum hondum, segði hon.

Varaforsetin í ÍSF, Petur Elias Petersen, tók somuleiðis orðið og ynskti Sølva Reinert Hansen tillukku við valinum, samstundis sum hann takkaði Heðini Mortensen fyri gott samstarv í mong ár.

Tað sama gjørdi John Kjær, fyrrverandi starvsnevndarlimur í ÍSF: – Sølvi hevur í Heðini eina fyrimynd, sum hann kann brúka í sínum arbeiði fyri føroyska ítrótt.

Umframt, at forsetaval var á skránni, var eisini val av eykalimi til starvsnevndina, og har var Petur Ove Petersen afturvaldur uttan nakað mótvalevni.

Víðfevnd frágreiðing
Í sínari seinastu ársfrágreiðing tók Heðin Mortensen saman um tað nógva, sum hent er innan ítróttina síðani síðsta aðalfund. Talan var um eina drúgva og víðfevnda frágreiðing, nú Heðin takkaði fyri seg.

Millum annað fegnaðist hann um, at ítróttin hevur fingið eitt pláss innan miðnámsskúlagátt, nú ítróttabreytin á Handilsskúlanum á Kambsdali verður víðkað við svimjing, og nú Studentaskúlin og HF-skeiðið í Hoydølum bjóðar elituítróttafólkum víðkaðar students- og HF-útbúgvingar.

Somuleiðis fegnaðist hann um, at ítróttin á fleiri økjum hevur fingið og stendur til at fáa betri karmar, tað veri seg hallir ella vøllir. Og eisini fegnaðist hann um, at gongd er komin á arbeiðið við Føroya Ítróttasavni, sum skal savna føroysku ítróttasøguna á einum stað.

Eisini nart hann við etisku leiðreglurnar, sum Ítróttasamband Føroya hevur latið gjørt, og sum Petur Ove Petersen hevur lagað til føroysk viðurskifti. Hesar reglur eru ein frukt av mongu og góðu hugskotunum, sum komu fram á serliga evnisdegnum hjá ÍSF í heyst.

Heðin heiðurslimur
– Persónliga hevur talan verið um nøkur ár, ið hava verið sera lærurík og mennandi, og eg vil fegin endurtaka, at hetta hevur verið besta tíðin í mínum lívi, segði Heðin Mortensen, sum takkaði bæði starvsfeløgum innan ítróttina, men ikki minst síni egnu familju og konuni, Hjørdis.

Hann vísti millum annað á, at nógvar broytingar eru hendar og at nógv er umskift, síðani hann í 1979 á fyrsta sinni kom upp í Ítróttasambandið sum skrivari og árið eftir tók við sum forseti. – Tað er við størsta takksemi, at eg líti aftur á hesa tíðina, og eg vil persónliga nýta høvið til at takka tykkum mongu, mær untist at samstarva við øll hesi árini, segði hann.

Tá orðið gjørdist frítt eftir frágreiðingina frá forsetanum, tók forsetin í Fótbóltssambandi Føroya, Høgni í Stórustovu, orðið. Hann skjeyt upp, at Heðin Mortensen sum tøkk fyri sítt sera drúgva arbeiði fyri føroyska ítrótt var útnevndur heiðurslimur í ÍSF, og hesum tók aðalfundurin undir við