Óløntir venjarar og leiðarar í føroysku ítróttarfeløgunum brúka tilsamans 449.682 tímar um árið. Hetta svarar til 265 ársverk
Ítróttarleiðarar í Føroyum leggja arbeiði fyri nógvar milliónir eftir seg á hvørjum ári. Hetta vísir ein kanning, sum Ítróttarsamband Føroya hevur gjørt.
Øll limafeløgini í ÍSF vórðu biðin um at gera upp hvussu nógvar tímar vórðu brúktir av sjálvbodnum til venjing og fyrisitingarligt arbeiði.
Ein samanteljing av kanningini, grundað á svar frá 95 feløgum, vísir, at árliga verða brúktir 371.914 tímar av fólki, ið sjálvboðin taka sær av venjing og leiðara-arbeiði annars, meðan 77.768 tímar verða brúktir til fyrisitingarligt arbeiði í feløgunum.
Um roknað verður við, at venjarar, liðleiðarar, formenn og nevndarlimir í føroysku ítróttarfeløgunum skuldu fingið t.d. 120 krónur um tíman fyri innsatsin, hevði teirra innsatsur kostað ikki minni enn 54 milliónur krónur.
Sølvi Reinert Hansen, ÍSF-forseti, var greiður yvir, at ítróttarvenjarar og leiðarar leggja eitt stórt arbeiði eftir seg í Føroyum.
– Vit vita, at tað verður gjørt eitt stórt sjálvboðið arbeiði kring landið. Leygardagar eru hópin av børnum við í ítróttarvirksemi í mestsum hvørjari bygd, og hvønn dag eftir skúlatíð verður runnið millum venjingar á ítróttarvallum og –hallum.
– Men vit vistu ikki nágreiniliga hvussu nógvir tímar verða lagdir í hetta arbeiðið, og tí settu vit eina kanning í verk, sigur Sølvi Reinert Hansen og heldur fram:
– Tað er júst tað sjálvbodna arbeiðið, sum er lívæðrin í ítróttinum. Um almennir myndugleikar skuldu goldið løn og fundarpening fyri allar tímarnar, høvdu teir ikki verið bótaførir. Hetta er samstundis eyðkennið hjá ítróttinum, tað at virka sjálvboðið, so onnur kunnu stuttleika sær í venjing og kappingum.
– Teir heilsuligu og sosialu ágóðarnar av hesum virksemi kenna vit øll; men vit mugu ikki gloyma stóra týdningin, ið ítróttarfeløg hava fyri lokala samleikan, eins og landsliðini hava tað fyri samleikan hjá Føroyum sum tjóð, sigur Sølvi Reinert Hansen.
Tølini í kanningini eru ein uppteljing av tí, ið lagt verður av tímum sjálvboðið úti í feløgunum. Løntir tímar eru ikki við í samanteljingini. Harafturat kemur eisini talið av óløntum tímum, ið brúktir verða, tá sersambondini undir ÍSF skipa fyri kappingum, skeiðum, fundum og øðrum.
– Okkara vón við kanningini er, at landsmyndugleikar eins væl og kommunalir í størri mun fara at síggja virðið í sjálvbodna arbeiðinum. Besti máti at virðismeta hetta arbeiði er í samráð við ítróttin at skapa nøktandi karmar fyri virkseminum við ítróttaranleggum eins væl og við stuðli til virksemi. Eitt er vist, at hvør króna, ið verður løgd í ítróttin frá myndugleikum og privatum stuðlum, røkkur langt og kemur fleirføld aftur í virksemi, sigur Sølvi Reinert Hansen.