IMG_1843.jpg 6. og 7. februar verður aftur skipað fyri skeiði fyri venjarum og leiðarum hjá børnum og ungum. Skift verður millum teori og praksis, og arbeitt verður m.a. við hesum evnum:

Evni:
–       Ítróttarpædagogikkur
–       Ítróttarumhvørvi
–       Menning hjá børnum
–       Venjing
–       Trygd og ábyrgd
–       Etikkur og moralur

Ongin próvtøka er, men kravt verður at uppmøtingin er 100%. Eftir lokið skeið fært tú eitt luttøkubræv.

Málbólkur: Venjarar, hjálparfólk og leiðarar hjá børnum og ungum. Øll sum hava áhuga í og ábyrgd av børnum og ungum sum luttaka í ítrótti.

Skeiðið er ein partur av venjaraútbúgvingini hjá Danska Ítróttasambandinum.

Hvat fært tú burturúr:
–       Vitan um menningina hjá børnum, fysiskt, psykiskt og samfelagsligt
–       Tú blívur vitugur við evni sum námsfrøði, venjaratypir, málsetan og týdningin av ítróttarumhvørvi
–       Ítøkilig hugskot til spøl og venjing hjá børnum og ungum

Upptøkutreytir: Luttakari skal vera 15 ár ella eldri. Tó kunnu vit gera frávik frá regluni um upptøku, um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.

Luttøkugjald: Kostnaðurin fyri skeiði er 250 kr. Íroknað er frálærutilfar, matur og evt. gisting í FSF-húsinum.

Meiri fæst at vita frá ÍSF skrivstovuni tlf.: 312606 ella frá Ninnu á telduposti nro@isf.fo ella á tlf.: 212933.