Í 2014 skipaði ÍSF fyri skeiðum fyri kassameistarum og nevndarlimum. Skiðpað varð fyri 5 skeiðum kring landið, og vóru hesi sera væl umtókt. Ítróttasamband Føroya fer í 2016 at taka tráðin uppaftur.
Undirvísari verður enn einaferð Finn Jensen. Finn er lærari á Handilskúlanum og hevur drúgvar royndir innan evnini, sum verða tikin upp.
Skeiðini verða kl. 17.30-21.00 hesar dagar:
- 4. februar 2016 Sandoy – Ítróttahøllin á Sandi
- 18. februar 2016 Vágar – Skúlin á Giljanesi
- 17. mars 2016 Streymoy – ÍSF húsið Tórshavn
- 31. mars 2016 Norðoyggjar – Skúlin við Ósánna (avlýst)
- 7. apríl 2016 Eysturoy – Skúlin við Løkin Runavík
- 14. apríl 2016 Suðuroy – Tvøroyrar skúli kl 17.30 – 21.00
Evni
1. Bókhald og mannagongdir
2. Skattlig viðurskifti
3. Stuðulsskipanir og MVG
Málbólkur
Kassameistarar og evt. nevndarlimir í ítróttafeløgum
Tilfar
Tilfar at lesa áðrenn skeiðið, kann heintast her
Tilmelding
Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til isf@isf.fo
Tilmeldingarfreistin er 2 dagar áðrenn hvørt einstakt skeið.
Kostnaður 200 kr., sum skal flytast á konto 9181-151.233.3