Tann 29. oktober 2011 skipar ÍSF fyri einum skeiði fyri nevndarlimum í ítróttafeløgum. Á einum evnis degi um bygnaðin í ÍSF, sum var í 2010, kom fram, at stórur tørvur er at førleikamenna nevndarlimir. Hetta skeiðið er so eitt úrslit av hesum.
Skeiðsluttakararnir fáa m.a. innlit í hesi evni:
Bygnaðarlæra
•	Hvat er eitt felag?
•	Hvat er leiðsla?
•	Tann “ stratetegiski” trýkanturin
•	Leikluturin og uppgávurnar hjá nevndini
•	Samstarv og samvirkandi fyrimunir
•	Samskifti
Nevndararbeiði
•	Leiðsluførleikar
•	Hvørjir førleikar eru ynskiligir fyri eina nevnd?
•	Fundarleiðsla
•	Hvat sigur jurain?
•	Frá hugskoti  til verksetan
Avbjóðingar hjá feløgunum
•	Hugskot, visjónir, mál og ætlanir
•	At fáa limirnar virknar
•	Sjónliggeran
Nær: 29. Oktober2011 kl 09-17
Stað: ÍSF húsið
Kostnaður: 400  kr, sum skal gjaldast á konto  9181 151233.3. Skeiðstilfar og matur er íroknað prísinum.
Undirvísari: Torben Bundgaard, chefkonsulentur í Danska Ítróttasambandinum
Tilmelding: jfh@isf.fo  innan tann 19.  oktober 2011 – og er hon bindandi
Meira fæst at vita við at seta seg í samband við skrivstovuna hjá ÍSF tlf 312606 ella við at seta seg í samband við Jarvin tlf 280706

