Ítróttasamband Føroya hevur eina felags vanlukkutrygging, ið umfatar øll ikki sáttmálasett ítróttafólk í Føroyum.

Við hvørt stinga ivamál seg upp um, hvørji viðurskifti tryggingin umfatar. Í hesum sambandi hevur Ítróttasamband Føroya sett upp dømi um nakrar vanligar spurningar og svar.

1.    Sáttmálasettur leikari hjá einum felag,sum fær skaða í EM-undankappingardysti í Svøríki. Dysturin er í FSF-regi. Er hann umfataður?
Svar: Nei, hann er ikki umfataður. Leikari ið er sáttmálasettur er ikki umfataður av vanlukkutrygging hjá ÍSF. Felagið eigur at hava spælaran tryggjaðan móti avleiðingum av arbeiðsskaða.

2.    Persónur, sum av sínum eintingum skal til Iron-man kapping í Spania. Er hann umfataður, tá hann fær skaða á rennibreytini í Tórshavn ísv. venjing til túrin? Hvussu hvis hann fær skaða niðri í Spaniu.
Svar: Um hesin av sínum eintingum meldar seg til eina kapping, er hettar ikki nakað sum ÍSF ella limafelag hjá ÍSF hevur fyriskipa. Hann vil tí í báðum førum ikki vera umfataður av tryggingini hjá ÍSF.

3.    Íðkandi hjá einum felag slítur krossbandið í fótbóltsdysti í Vodafonedeildini. Hann er sjúkrameldaður í 8 vikur uttan løn. Er hann umfataður? Kann hann fáa dagpengar? Er tað nakað munur á, um hann er áhugaleikari ella sáttmálasettur?
Svar: Um hann er sáttmálasettur, er hann ikki umfataður av tryggingini hjá ÍSF. Um hann ikki er sáttmálasettur, er hann umfataður av tryggingini, og hevur rætt til endurgjald sambart treytunum. Tryggingin veitur tó ikki dagpengar.

4.    Sama sum 3, men hesin hevur nú vanlukkutrygging við dagpengum. Hann hevur rætt til dagpengar har frá. Hevur hetta nakra ávirkan á evt. útgjald frá ÍSF-tryggingini?
Svar: Hevur hesin sjálvur eina trygging sum eisini umfatar dagpengar, hevur hann rætt til at fáa útgoldið dagpening. Hettar hevur onga ávirkan á trygging hjá ÍSF.

5.    3. deildarliðið hjá einum felag fer uttanlanda til eina kapping. Teir rinda sjálvir fyri túrin og kappingin er ikki fyriskipað av útlendska sambandinum. Eru leikararnir umfataðir, um teir koma til skaða? Teir venja vanliga 2 ferðir um vikuna (týsdag og hósdag), men fram til túrin venja teir eisini fríggjadag. Í eini av hesum venjingum fær ein leikari skaða. Er hann umfataður?
Svar: Tá tað er eitt limafelag hjá ÍSF sum sendir eitt lið út at spæla, er tryggingin galdandi fyri teir leikarar. Tað er eisini fulnaður um felagið skipar fyri venjing fleiri ferðir enn vanligt.

6.    Persónur er í Danmark í arbeiðsørindum. Hann veit um eina kapping, sum er um ta tíðina og hann meldar seg sjálvan til. Felag hansara rindar kr. 1.000, sum tað kostar at luttaka. Er hann umfataður?
Svar: Hesin skipar sjálvur fyri at hann kann fara til hesa kapping, og er hettar tí ikki fyriskipa av ÍSF ella av limafelag. Hann er ikki umfataður av tryggingini hjá ÍSF.

7.    Persónur úr einum føroyskum felag fer til royndarvenjing uttanlanda. Venjingin er komin í lag, tí hann kennir venjaran. Er hann umfataður, um hann fær skaða á túrinum? Er munur á, hvis ein spælaraaumboðsmaður skipar fyri túrinum?
Svar: Persónurin  er ikki umfataður av tryggingini hjá ÍSF. Hann og venjarin skipa sjálvir fyri hesum túrinum, og hevur hettar einki við ÍSF ella limafelag at gera. Tað er eingin munur um tað er ein umboðsmaður sum skipar fyri. Her má leikarin ella umboðsmaðurin sjálvur syrgja fyri trygging.