Har Føroyar luttaka í altjóða ítróttakappingum, skapa vit yvirskriftir. Vit hava sæð tað innan eitt nú fótbólt, hondbólt og flogbólt og seinastu árini hevur svimjingin veruliga sett Føroyar á heimskortið.

Pál Joensen heldur áfram at fremja brøgd – hesa ferð við HM í Shanghai, góð úrslit í finalum, norðurlendsk met og tíðir, ið kvalifisera hann til Olympisku Leikirnar í London næsta ár.

Pál Joensen og venjari hansara, Jón Bjarnason, eru undangongumenn innan føroyska svimjing. Teir stremba eftir at røkka málum, sum fyri bara nøkrum fáum árum síðani vóru óhugsandi. Og teir draga í løtuni restina av svimjingini í Føroyum við sær.

Vónin er, at teirra stríð eisini kann kveikja neistan hjá evnaríkum ítróttafólkum og venjarum innan aðrar ítróttagreinir at seta sær langtíðar mál.

Á alskyns sjónvarpsrásum, í bløðum og internetsíðum kring heimin ganga søgurnar um ævintýrið, at ein føroyingur við eyðmjúkum venjingarumstøðum er partur av heimselituni. Tað eru júst slíkar søgur, sum miðlarnir hungra eftir at siga frá.

Og tað eru júst slíkar søgur, sum vit føroyingar elska at hoyra um Føroyar – tá útlendskir miðlar rósa einum av okkara.

Úrvalsítróttur er uttan iva fremsta umboð Føroya úti í heimi. Tey luttaka ikki bara vegna Føroyar, men kappast og vinna sum føroyingar.

Løgtingið valdi við breiðari semju at seta pening av til úrvalsítrótt á fyrsta sinni á fíggjarlógini fyri 2009. Talan var um truplar tíðir, har sparast skuldi á øllum økjum, men kortini fann tingið saman í tí trúgv, at ein íløga í úrvalsítróttin fór at kasta nakað av sær. Og tann trúgvin varð ikki gjørd til skammar.

Bróðurparturin av játtanini til úrvalsítrótt er farin til at stuðla virkseminum hjá Pál Joensen. Fyri at vera partur av heimselituni krevst, at til ber at luttaka í kappingum og venjingarlegum kring heimin, júst har og tá tað passar best til kappingarárið hjá svimjaranum.

Stuðulin til úrvalsítrótt gevur eitt íkast til virksemið hjá Pál, men hevur han bert ein brotpart av fíggjarligu orkuni at arbeiða við, sum teir, ið hann kappast ímóti.

Stuðulin til úrvalsítrótt hevur víst seg at vera ein íløga, sum gevur fleirfalt aftur uppá stytstu tíð. Við at stuðla úrvalsítróttinum, vísti Føroya Løgting, at tað við einari miðvísari satsing í røttu løtu, sá gyltu møguleikarnar innan úrvalsítróttin. Restin er, sum tey siga, søga.

Føroyska samfelagið eigur í framtíðini at stuðla føroyskum úrvalsítrótti og seta munandi upphædd av, so stuðulin veruliga ger mun og kann koma fleiri til góðar.

Í tíðum har grindadráp og fiskivinnuósemjur kappast um at mynda Føroyar úteftir, eiga vit við miðvísum stuðli at syrgja fyri, at tað góða og jaliga – føroyskur úrvalsítróttur – sleppur av yvirtaka yvirskriftirnar í útlendsku miðlunum, tá um Føroyar ræður.

Føroyar og føroysk ferðavinna hava gyltan møguleika at nýta góðu úrslitini hjá føroyingum innan ítrótt í síni marknaðarføring av Føroyum.

Umrøðan, sum føroyskur ítróttur fær í bestu senditíð kring heimin, hevur lýsingarvirði, sum valla kann gerast upp í pengum. Tí er ein íløga í úrvalsítrótt eisini ein íløga í altjóða profilin hjá Føroyum.

Vónandi fer Føroya Løgting at standa saman um føroyskan úrvalsítrótt, tá komandi fíggjarlóg verður smíðað.

Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti