Ítrótta- og ungdómsgáðgevi til Ítróttasamband Føroya.
Fyri ítrótta- og ungdómsráðgeva í barnsburðarfarloyvi søkir Ítróttasamband Føroya eftir avloysara at byrja skjótast gjørligt ella í seinasta lagi 1. august 2011.
Ítrótta- og ungdómsráðgevin arbeiðir á skrivstovuni hjá Ítróttasambandi Føroya. Arbeiðið fevnir um at skipa fyri skeiðum og útbúgving av leiðarum og venjarum í ítróttafeløgum. Ráðgevin skipar eisini fyri upplýsingarátøkum. Ein partur av arbeiðinum er eisini at ráðgeva sersambondum og ítróttafeløgum. Ráðgevin tekur, í tann mun tað er neyðugt, eisini lut í dagliga arbeiðinum á skrivstovuni.
Nakað av arbeiðinum er skipað í verkætlanum.
Vit leggja dent á, at umsøkjarin hevur hóskandi útbúgving og dugir enkst og norðurlendskt í skrift og talu.
Ráðgevin skal hava góðar førleikar at samskifta og samskipa og skal arbeiða sjálvstøðugt.
Roknast kann við, at partur av arbeiðinum er um kvøldið og í vikuskiftunum.
Løn og setanarviðurskifti verða eftir avtalu.
Freistin at søkja er fríggjadagin 27. mai 2011.
Umsóknin skal sendast til:
Ítróttasamband Føroya
Postboks 223
FO-110 Tórshavn
ella til pep@isf.fo
Vilt tú vita meira um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Anniku H. Lindenskov ítrótta-og ungdómsráðgeva tlf: 282331 ella Petur Elias Petersen, forseta tlf: 210299.