alt text

Mikudagin 18-12-2019 hevði Styrkisamband Føroya, stovnandi aðalfund í ÍSF húsinum. Á fundinum blivu viðtøkur o.a gjørdar, umframt at nevndin bleiv skipa.

Endamálið hjá Styrkisamband Føroya er, at skipa og menna kraftítróttina í Føroyum. Hetta er eitt økið, sum hevur ment seg við rúkandi ferð seinnu árini, og limatalið er støðugt vaksandi.
Í fyrsta umfari fevnir Styrkisamband Føroya um greinarnar: Olympiska vektlyfting, Power lyfting, KettleBells og Crossfit. Møguleiki er eisini hjá øðrum greinum innan kraftítróttina at søkja um limaskap í Styrkisambandi Føroya.

Vit í ÍSF ynskja Styrkisambandi Føroya hjartaliga tillukku við limaskapinum.

Á myndini sæst fyrsta nevndin í Styrkisambandi Føroya
Frá vinstru:  Rói Michelsen Hjaltalin, nevndarlimur – Heini Hátún, formaður – Gudmundur Danielsen, nevndarlimur og Jákup Suni Berg, tiltakslimur.