Ítróttasamband Føroya hevur havt tveir fundir við Landsstýrismannin í Innlendismálum og ein við Landsstýrismannin í Mentamálum um útlendingar í føroyskum ítrótti.

Lansstýrismaðurin í Innlendismálum hevur boðað frá, at hann vil herða reglurnar fyri uppihaldsloyvi til útlendsk ítróttarfólk. Frammyvir verða uppihaldsloyvi bert givin, um ítróttarfeløgini eru arbeiðsgevarar hjá útlendsku ítróttarfólkunum. Tað vil við øðrum orðum siga, at kravið frá landsstýrismanninum hevur við sær, at fótbólts-, hondbólts- og flogbóltsfeløgini mugu seta yrkisleikarar í starv.

Ítróttarrørslan verður rikin á sjálvbodnum grundarlagi. Feløgini kring landið hava hvørki fíggjarliga ella fyristingarliga orku til at hava yrkisleikarar.

Tað hevur verið vanligt, at fyritøkur, um tær hava hug, stuðla lokala ítróttarfelagnum við at seta útlendsk ítróttafólk í part- ella fulltíðar starv. Tað tykist løgið, at hesin rættur verður skerdur.

Flest øllum kunnugt ger ítróttarrørslan við sínum 15.000 limum í 110 feløgum kring landið eitt stórt sjálvboðið arbeiði. Tað er tí óskiljandi, at Landsstýrið uttan grund vil gera eitt inntriv, ið hevur so álvarsligar fylgjur fyri ítróttin.

Fylgjurnar síggjast longu nú: feløg taka lið úr kappingum og mugu snara lykilin um, tí avtalur eru gjørdar við leikarar, ið nú ikki fáa uppihaldsloyvi. Uppá longri sikt verða fylgjurnar væntandi, at tann førleikamenningin, ið hevur verið innan ítrótt og venjing fær eitt álvarsamt bakkast. Útjaðarin verður serliga hart raktur.

Hetta sær út til at vera ein kostnaður, sum Landsstýrið metir tað vera vert at gjalda, fyri at fáa útlendingarnar út.

Ítróttasamband Føroya hevur staðiliga heitt á landsstýrismannin í Innlendismálum at gera eina kanning, áðrenn reglurnar verða herdar.

Tað snýr seg ikki bert um samfelagsbúskap. Tað er eisini eitt mentunarligt roknistykki. Hvønn ítróttarligan og mentunarligan týdning hava útlendsku ítróttarfólkini fyri lokalumhvørvið?

Einki av hesum er lýst. Ítróttasamband Føroya hevur ikki sæð nøkur undirbygd sjónarmið fyri, hví tað skal gerast truplari hjá útlendskum ítróttarfólkum at sleppa inn í landið beint nú.

Vit meta, at tað er ein ófrávíkilig og grundleggjandi mannagongd, at kanningar verða gjørdar, áðrenn inntriv verða gjørd. Fyri okkum er hetta vanligt vit og skil.

Landsstýrið hevur við hesum inntrivinum beinleiðis lagt seg út í viðurskiftini hjá sjálvbodnu ítróttarfeløgunum. Í nógvum bygdum er ítróttarfelagið savnandi miðdepilin í mentunarlívinum fyri ung sum eldri. Við sínum virksemi røkja ítróttarfeløgini í dag sjálvboðið nógvar uppgávur, ið tað almenna annars mátti røkt, t.d. á fólkaheilsuøkinum og innan frítíðartilboð.

Ítróttarrørslan er sjálvboðin, og vit hava ongar møguleikar at vísa okkara misnøgd. Um tað ikki er liviligt í felagnum, fækkast sjálvbodnu kreftirnar, og felagið doyr.

Ítróttasamband Føroya kann á ongan hátt góðtaka, at umstøðurnar hjá feløgum kring landið gerast truplari. Tí er kravið frá Ítróttarsambandi Føroya, at ein serskipan verður gjørd fyri ítróttin, ið ger tað einfaldari og skjótari at fáa útlendskan styrk, um tørvur er á tí.

Útfrá hesum málinum má spurnartekin setast við, um ítrótturin eigur nakran góðan í Landsstýrinum, ið hevur dirvið at tosa søkina hjá ítróttinum.

Ítróttasamband Føroya