Runt um á Tvøroyri og har um leiðir er Merkið vundið á stong í dag, og tað hevur sína heilt serstøku orsøk: Sverre Midjord fyllir 75 ár í dag. Umframt, at mong á henda hátt vilja heiðra føðingardagsbarnið, hevur kommunan eisini móttøku fyri manninum, sum í mong ár stjórnaði býnum sum borgarstjóri, hevur umboðað oynna sum løgtingsmaður og annars í nógvar mátar hevur verið eitt stórt aktiv fyri staðið, ikki minst ítróttina í sínum breiðasta týdningi.
At nógv verður gjørt burturúr, er heldur ikki so løgið, tí talan er um ein merkismann, sum alt sítt lív á ósjálvsøknan hátt hevur virkað fyri, at nakað er hent, har hann hevur verið. Bæði í sínum politiska yrki og ikki minst innan ítróttina hevur Sverre verið drúgvur sum fáur, og tað er ikki ov nógv avgjørt at siga, at her er av sonnum talan um ein undangongumann av teimum stóru.
Áhugi hansara fyri samfelagsviðurskiftum og samfelagslívi sum heild eigur røtur í uppvøkstrinum, sum hann fekk í Valinum hjá ommu og abba sínum, Juliu og Poul í Trøðini. Valurin og alt umhvørvið har á leiðini gav honum íblástur og lærdóm, ið tú ikki fært á skúlabonki, men bert gjøgnum lívsins skúla. Og har má sigast, at Sverre veruliga hevur sogið og tikið til sín hugsjónir og virði, ið hava hildið til dagin í dag.
Umframt eitt sera virkið lív sum bæði lands- og kommunalpolitikari, hevur Sverre eisini verið sera virkin í ítróttini, og tað hevur altso verið í orðsins breiðasta týdningi. Hann hevur spælt bæði hondbólt og fótbólt, men fyrst og fremst hevur tað verið borðtennis, ið hevur staðið hansara hjarta nær. Har hevur hann vunnið í teggjuvís av meistaraheitum og heiðursmerkjum, og tað er ikki minst honum fyri at takka, at henda ítróttagrein hevur vunnið seg fram her á klettunum.
Fyrst og fremst er Sverre tvøramaður av heilum huga, og altíð hevur hann verið til reiðar at vart heimbýin, bæði í orði og verki. Hann hevur staðið á odda fyri Tvøroyrar Borðtennisfelag í fleiri umførum, og eisini var hann eitt skifti formaður í Tvøroyrar Bóltfelag. Í báðum støðum hevur hann ikki bert havt ein leiklut sum spælari, men minst líka nógv sum undangongumaður, og mong av okkara fremstu ítróttafólkum hava frá honum fingið gott í beinið sum venjari.
Men hóast tvørámaður og lokalur sum fáur, hevur Sverre tikið mangt takið fyri samlaðu ítróttina her á landi. Í samfull 42 ár tænti hann ítróttini við álitisstørvum í Ítróttasambandi Føroya, bæði sum starvsnevndar- og stjórnarlimur, umframt sum varaforseti í 25 ár. Fyri sítt trúgva og drúgva virki í hesum høpi er Sverre eisini heiðraður av ÍSF við bæði silvur- og gullnál, umframt gullmerki við bjálka. Eisini hevur hann fingið heiðurskross Ítróttasambandsins fyri stóra arbeiði sítt, føroysku ítróttafjøldini til gleði og gagns.
Nógv annað kundi verið nevnt í eini heilsan til føðingardagsbarnið í dag, tí talan er um sjáldsama virknan mann, ið ongantíð hevur verið bangin fyri at tikið tøk, har tað hevur verið neyðugt. Eisini, har vit onnur kanska ikki sóu tørv á tí, fyrr enn Sverre hevði víst á tað. Sum undangongumaður á so nógvum og ymsum økjum er tað nærum ófatiligt, at stundir hava verið til alt, men væl hevur ligið fyri hjá honum, so hann altíð finnur pláss fyri øllum tí nógva, ið stendur hjarta hansara so nær.
Hóast tríggir fjórðingar av eini øld nú eru lagdir aftur um bak, ber Sverre Midjord aldurin sum ein unglingi, bæði í sinni og skinni, og framvegis er hann gløggur og beinrakin sum fáur í bæði eygleiðingum og viðmerkingum. Við takksemi vilja vit í Ítróttasambandi Føroya heiðra henda merkismann á hansara runda degi og ynskja góðan byr og mong góð ár aftrat.
Hjartaliga tillukku!
Ítróttasamband Føroya
Heðin Mortensen, forseti