Á ársaðalfundi hjá smápartafelagnum Ítróttavedding mikudagin fingu Ítróttasamband Føroya, Føroya Ungdómsráð og Mentamálaráðið tillutaðar milliónaupphæddir, ið stava beinleiðis frá tí, føroyingar spæla fyri í spølunum hjá Danske Spil í Føroyum.

Tey seinnu árini hevur størsta fíggjarliga íkastið til barna- og ungdómsarbeiði í Føroyum verið tað, ið stavar frá veddingarpengum og umvegis smápartafelagið Ítróttavedding verður lutað út til Ítróttasamband Føroya, Føroya Ungdómsráð og Mentamálaráðið.
Samlaða upphæddin hesa ferð var 8,5 milliónir krónur, og á aðalfundinum í smápartafelagnum Ítróttavedding mikudagin fekk Ítróttasamband Føroya 5,1 millión krónur, og Føroya Ungdómsráð og Mentamálaráðið 1,7 milliónir krónur í part.
Upphæddin, sum verður lutað út, skiftir eitt sindur frá ári til ár, alt eftir hvussu ídnir føroyingar eru at vedda og spæla hjá Danske Spil, og í farna árinum hava teir verið heldur ídnari enn í fjør, tá útlutaða upphæddin var 8,2 milliónir krónur.

Kemur væl við
– Fyri okkara viðkomandi kemur upphæddin frá veddingarpengunum sera væl við, og hon fer øll beinleiðis til ítróttin. Sersambondini fáa pengarnar eftir einum ávísum býtislykli, og nú Oyggjaleikir eru á Rhodos í summar, er hetta kærkomið íkast hjá fleiri ítróttargreinum, sigur Heðin Mortensen, forseti í Ítróttasambandi Føroya.
Tað sama sigur Armgarð Weihe, fulltrúi í Mentamálaráðnum. – Vit hava jú ábyrgd av, at karmarnir fyri virksemi hjá børnum og ungum eru í lagi, og sum vanligt verða pengarnar brúktir til mong og ymisk endamál, so teir koma so mongum til góðar sum gjørligt, sigur hon.
Tjóðhild Patursson, forkvinna í Føroya Ungdómsráð, sigur veddingarpengarnar hava ótrúliga nógv at siga fyri arbeiði hjá teirra limafeløgum. – Hetta heldur so at siga øllum arbeiðinum uppi, og hjá fleiri av okkara limafeløgum er hetta næstan einasta inntøka, tey hava, sigur hon.

Nýggj í nevndini
Á aðalfundinum mikudagin kunngjørdi Jan Vang, sum hevur verið nevndarlimur í fleiri ár, at hann legði frá sær, og Sára Zachariasardóttir frá Føroya Ungdómsráð var vald sum nýggjur nevndarlimur.
Nevndin í smápartafelagnum Ítróttavedding sær nú soleiðis út, at Tórfinn Højgaard er formaður, Sigmund Poulsen næstformaður, og nevndarlimir eru Heðin Mortensen, Sára Zachariasardóttir, Søren Pram Sørensen, Hans Petur Joensen og Petur Elias Petersen, sum eisini er stjóri.

 
Tjóðhild Patursson, forkvinna í Føroya Ungdómsráð, Heðin Mortensen, forseti í Ítróttasambandi Føroya, og Armgarð Weihe, fulltrúi í Mentamálaráðnum, tóku mikudagin ímóti kekkunum frá smápartafelagnum Ítróttavedding


Nevndin í smápartafelagnum Ítróttavedding, sum hon nú sær út. Frammanfyri frá vinstru Tórfinn Højgaard, formaður, og Petur Elias Petersen, stjóri. Aftanfyri frá vinstru Hans Petur Joensen, Heðin Mortensen, Sigmund Poulsen, Sára Zachariasardóttir og Søren Pram Sørensen