Úrval letur 1,725 milliónir krónur til úrvalsítrótt í 2025

Sjey sambond søktu til vetrarfreistina áðrenn ársskiftið, og Fótbóltssambandið valdi at nýta summarfreistina í mai. Við hesum verða átta sambond partur av stuðulsskipanini í 2025. Nevndin í Úrvali hevur í ár býtt 1,725 milliónir krónur til hesi átta ítróttasambond, sum øll hava prógvað sítt høga ítróttaliga støði og arbeiða miðvíst við at menna úrvalsíðkarar og landslið.

Stuðulin hevur til endamáls at betra um karmarnar hjá føroyskum íðkarum og at geva teimum størri møguleika at røkka úrslitum á altjóða støði.

– Føroyskur ítróttur flytir seg støðugt á hægri stig. Vit síggja vaksandi ágrýtni og framstig bæði hjá íðkarum og sambondum, sigur nevndin í Úrvali.

Stuðulin fyri 2025 er býttur soleiðis (eftir alfabetiskari røð):

Bogaskjótisamband Føroya (Stig 1): 181.000 kr

Fimleikasamband Føroya (Stig 5): 30.000 kr

Fótbóltssamband Føroya (Stig 4): 125.000 kr

Føroya Styrkisamband (Stig 2): 168.000 kr

Frælsur Ítróttur Føroya (Stig 5): 105.000 kr

Hondbóltssamband Føroya (Stig 2): 784.000 kr

Svimjisamband Føroya (Stig 2): 276.000 kr

Taekwondosamband Føroya (Stig 3): 56.000 kr

Stórur eftirspurningur – avmarkað játtan

Eftirspurningurin eftir stuðli til úrvalsítrótt hevur verið stórur í ár, og tí hevur tað verið neyðugt at tillaga stuðulin, so hann samsvarar við verandi játtan. Nevndin í Úrvali leggur dent á eina heildarmeting, har bæði innihaldið í umsóknunum, talið og vavið av teimum, umframt ítróttaligu úrslitini, verða tikin við í støðuna. Dentur verður lagdur á kappingar, sum hava breiða luttøku og liggja nær altjóða úrvalsstøði.

Nýskipan og framtíðar samstarv

Ein nýggj skipan er sett í verk í ár: Stuðul verður ikki longur veittur beinleiðis til einstaklingar ella lið. Í staðin fara peningarnir til sambondini, sum sjálv velja at býta stuðulin víðari til síni úrvalslið og -íðkarar. Hetta verður gjørt fyri at tryggja betri yvirlit og ábyrgd, tí sambondini hava best innlit í sítt egið virksemi.

Umframt fíggjarliga stuðulin hava hesi sambond møguleika at nýta komandi úrvalstænastur og eina komandi Úrvalsmiðstøð.

Úrval ynskir øllum sambondum góða eydnu í kappingum og menningararbeiði í 2025.

– Úrval