Úrvalsíðkarar – Royndir og Próvtøkur
Flyta royndir ella ítrótt
Flyta ítróttin
Ítrótturin skal hyggja at um tað er møguligt at tann íðkarin/næmingurin sum skal til roynd, kann leggja
ferðingina soleiðis til rættis at tað ikki ávirkar royndir ella próvtøkur.
Flyta próvtøkur
Næmingurin setur seg í samband við ÍSF-vegleiðaran á skúlanum, sum síðani søkir um at flyta próvtøkuna
hjá próvstovuni, soleiðis at næmingurin ikki skal til roynd tað tíðarskeiði landsliði er burtur. Hetta skal
avgreiðast áðrenn 15. apríl. Skema fyri próvtøkur verður alment 15. mai.
Flyting av próvtøku er ikki altíð møgulig.
Flyta ársroyndir
Næmingurin setur seg í samband við ÍSF-vegleiðaran á skúlanum, sum síðani kannar møguleikan at tillaga
royndirnar soleiðis at næmingurin ikki skal til roynd tað tíðarskeiði landsliði er burtur. Hetta skal avgreiðast áðrenn 8. mai. Flyting av ársroynd er ikki altíð møgulig.
Um einki ber til at flyta: So kunnu aðrar loysnir, t.d. sjúkraroynd ella online roynd, hugsast.
Aðrir møguleikar
Sjúkraroynd er ein møguleiki, um tú ert burtur við landsliðnum tá vanliga royndin er. Sig skúlanum frá í
góðari tíð – læknaváttan er ikki kravd, og hetta ávirkar ikki húgvu ella víðari lesnað, tó verður endaliga
prógvið ikki útskrivað fyrr enn sjúkrapróvtøkan er avgreidd.
Online royndir kunnu eisini bera til, men krevja góðar umstøður, trygt internet og samskipan millum
skúlan og ítróttin. Tað veldst um hvørja roynd og hvørjar tekniskar treytir eru. Set teg í samband við ÍSFvegleiðaran á skúlan í góðari tíð.