Tann 29. oktober 2011 skipar ÍSF fyri einum skeiði fyri nevndarlimum í ítróttafeløgum. Á einum evnis degi um bygnaðin í ÍSF, sum var í 2010, kom fram, at stórur tørvur er at førleikamenna nevndarlimir. Hetta skeiðið er so eitt úrslit av hesum.

Skeiðsluttakararnir fáa m.a. innlit í hesi evni:

Bygnaðarlæra
• Hvat er eitt felag?
• Hvat er leiðsla?
• Tann “ stratetegiski” trýkanturin
• Leikluturin og uppgávurnar hjá nevndini
• Samstarv og samvirkandi fyrimunir
• Samskifti

Nevndararbeiði
• Leiðsluførleikar
• Hvørjir førleikar eru ynskiligir fyri eina nevnd?
• Fundarleiðsla
• Hvat sigur jurain?
• Frá hugskoti til verksetan

Avbjóðingar hjá feløgunum
• Hugskot, visjónir, mál og ætlanir
• At fáa limirnar virknar
• Sjónliggeran

Nær: 29. Oktober2011 kl 09-17
Stað: ÍSF húsið
Kostnaður: 400 kr, sum skal gjaldast á konto 9181 151233.3. Skeiðstilfar og matur er íroknað prísinum.
Undirvísari: Torben Bundgaard, chefkonsulentur í Danska Ítróttasambandinum
Tilmelding: jfh@isf.fo innan tann 19. oktober 2011 – og er hon bindandi

Meira fæst at vita við at seta seg í samband við skrivstovuna hjá ÍSF tlf 312606 ella við at seta seg í samband við Jarvin tlf 280706