Á fundi tann 7. august 2004 hava føroysku hondbóltsfeløgini gjørt av at senda øllum løgtingslimum, landsstýrismonnum og føroysku fjølmiðlunum niðanfyri standandi bræv.Tey seinastu 10-15 árini hevur føroyskur ítróttur ment seg sera nógv.
Sum dømi kunnu nevnast avrikini hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, avrik á
Oyggjarleikum og avrikið hjá hondbóltskvinnunum í Italia fyrr í ár.
Eisini hevur okkara ungdómur ment seg sera nógv hesi árini.
Ein orsøk til hesa menning er, at føroyskur ítróttur hevur leitað sær
kunnleika uttaneftir. Hetta verið seg venjarar og leikarar úr øðrum londum,
ið hava ment avrikini hjá teimum vaksnu, umframt at menna ungdómin.
Umframt at vera fyrimyndir sum ítróttarfólk, hava tey eisini uppført seg
fyrimyndarliga í teimum býum og bygdum, tey hava húsast.
At tað er gjørligt at hava útlendsk ítóttarfólk í Føroyum, er ikki minst
vinnulívinum at takka. Tí fíggjarliga megna feløgini ikki at bera henda
kostnað.
Um verandi ætlan hjá Innlendismálaráðnum verður sett í verk, klára feløgini
ikki at lúka treytirnar, og úrslitið verður, at øll tey útlendsku
ítróttarfólkini hvørva úr føroyskum ítrótti.
Avleiðingin av hesum verður uttan iva, at føroyskur ítróttur verður settur
nógv ár aftur í tíðina, og øll menning av okkara ungdómi steðgar upp. Eisini
fer hetta at hava við sær, at sjálvbodna barna- og ungdómsarbeiðið, ið
verður gjørt í feløgunum, verður gjørt til skammar.
Feløgini heita á teg um at gera tína ávirkan galdandi, soleiðis at ætlaða
uppskotið verður slept, og farið verður aftur til gomlu skipanina, tó við
skjótari mannagongdum.
Alt annað vil verða til óbótaligan skaða fyri føroyskan ítrótt.
Vegna føroysku hondbóltsfeløgini
Eina Gudmundsen
á Merkrunum 23
360 Sandavági
+ Yvirlit yvir fundaluttakarar
————-
Fundarluttakarar
Felag – Umboð
Neistin – Dánjal Pauli Mohr og Eirikur Magnussen
Tjaldur – Eiler Einarsson
VÍF – Jógvan Sigurd Poulsen og Eyðun Leo
Søljan – Jóhanna í Horni og Eina Gudmundsen
EB – Jastrid Andreasen og Sigga Vesturtún
Kyndil – Jóannes Dalsgarð
VB – Bogi Mortensen
KÍF – Kári Árting og Jóhan Joensen
Stjørnan – Kristoffur Ragnarsson og Yngvi Ragnarsson
StÍF – Andras Danielsen
H71 og TB vóru ikki umboðað á fundinum. Feløgini eru
kunnað um skrivið, sum tey taka fult undir við.