ÍSF, Heðin Mortensen og Tórfinn Højgaard
FUR, Barbara H. í Stórustovu og Tórfinn Højgaard
MMR, Alda Joensen og Torfinn Højgaard
Sp/f Ítróttavedding hevur útlutað meira enn 9 milliónir krónur í veddingar pengum til barna- og ungdómsarbeiði í Føroyum. Hetta er ein góð hálv millión meira enn í fjør.
Størsta krónuupphædd nakrantíð av veddingarpengum er útlutað til barna- og ungdómsarbeiði í Føroyum. Á ársaðalfundi í Sp/f Ítróttavedding sunnudagin varð samtykt at lata tilsamans 9,1 mió. kr. í veddingarpengum.
“Upphæddin í ár er hin størsta, ið higartil er útlutað. Vit fegnast um at kunna lata so mikið nógv í veddingarpengum, tí vit vita av royndum, at pengarnir koma sera væl við hjá móttakarunum”, sigur Petur Elias Petersen, stjóri í Sp/f Ítróttavedding.
Í fjør vórðu 8,5 mió. kr. útlutaðar í veddingarpengum frá Sp/f Ítróttavedding.
Upphæddin, sum verður lutað út, skiftir eitt sindur frá ári til árs, alt eftir hvussu ídnir føroyingar eru at vedda og spæla hjá Danske Spil.
Petur Elias Petersen heldur, at ein orsøk til størru upphæddina í ár er, at spælandi og veddandi føroyingar eru vorðnir meira tilvitaðir um, at veddingarpengar hjá Danske Spil koma føroyskum virksemi til góða.
Pengarnir fara, sum vanligt er, til Ítróttasamband Føroya (ÍSF), Føroya Ungdómsráð (FUR) og Mentamálaráðið (MMR). Hetta eru partarnir, ið varða av barna- og ungdómsarbeiði í landinum. Ársins veddingarpengar verða býttar soleiðis millum móttakararnar:
MMR: 1,819 mió. kr.
FUR: 1,819 mió. kr.
ÍSF: 5,457 mió. kr.
Skipanin, har Sp/f Ítróttavedding tryggjar, at føroyskir veddingarpengar í Danske Spil koma aftur til Føroya, byrjaði í 1998. Síðani tá eru útlutaðar tils. 75 mió kr. til barna- og ungdómsarbeiði í Føroyum.