Leygarkvøldið 7. februar 2026 var Varpið í Klaksvík karmur um ÍtróttaFAGNAÐIN, sum ÍSF skipaði fyri. 

Tey, ið vórðu tilnevnd og heiðrað, eru bæði úrmælingar innan sína ítróttargrein og fólk, ið eru savnandi og mennandi fyri føroyska ítróttarlívið.

7 heiðurslønir vórðu lætnar, umframt at føroya fólk slapp at velja ársins ítróttaløtu 2025.

ÍtróttaNAVNIÐ 2025: Jana Mittún, hondbóltur

Jana Mittún, 22 ára gomul og yrkisspælari í Viborg HK, hevur í 2025 staðfest sína støðu sum ein av fremstu føroysku hondbóltsleikarunum. 

Við sínum avriki á landsliðnum og felagsliðnum hevur hon gjørt vart við seg á altjóða stigi og verið ein berandi styrki í einum søguligum ári fyri føroyskan hondbólt.

Hon var við, tá Føroyar spældi seg til HM-endaspælið og endaðu sum nummar 17 av 32 londum. Jana gjørdi 32 mál og 29 málgevandi avleveringar, og hon skeyt avgerandi mál móti bæði Spania og Serbia. Eisini var hon við til at tryggja Føroyum ein sigur móti Íslandi í undankappingini til EURO 2026.

Í Viborg HK hevur Jana longt sáttmálan og verið ein týðandi partur av liðnum í European League, har hon hevur gjørt 22 mál. Hon luttók eisini í Final4 í Santander Cup. Í donsku fremstu deildini hevur hon verið millum tær bestu við 136 málgevandi avleveringum í 2024/25 – og aftur í ár liggur hon í toppinum.

Við sínum arbeiðsvilja, støðugu menning og avriki á hægsta stigi er Jana Mittún ein fyrimynd, sum avgjørt hevur uppiborið heiðurin sum Ársins ÍtróttaNAVN.

STJØRNUSKOTIÐ 2025: U21 mannslandsliðið í hondbólti

Ungu U21 menninir bergtóku alla tjóðina, tá teir farna summar vunnu bronsu til U21 HM í Póllandi. Teir skrivaðu føroyska ítróttarsøgu og gjørdust fyrsta føroyska ungdómslið at vinna heiðursmerki til eitt endaspæl. 

Hóast teir komu við upp á eitt sokallað “wildcard”, endaðu teir við at verða tað liðið, sum gjørdi flest fólk bilsin. Í bólkaspælinum vunnu dreingirnir tveir dystir, og leiktu javnt ímóti Íslandi. 

Í meginumfarinum stóð Frakland fyrst fyri skotum. Tann dystin vunnu Føroyar 28-27, og tað tryggjaði eitt pláss í fjórðingsfinaluni. Hin dystin vann Danmark sannførandi, tá fleiri av føroysku leikarunum fingu hvíld. 

Í fjórðingsfinaluni ímóti Slovenia vunnu Føroyar aftur og komu í hálvfinaluna móti Portugal.
Allar Føroyar hildu ondini, tá liðini tvær ferðir fóru í longda leiktíð. Hóast tað ikki bleiv til eitt finalupláss, vóru øll errin av ungu monnunum, sum síðani spældu um bronsuna ímóti Svøríki. Teir reistu seg aftur, spældu sannførandi og staðfestu, at teir eru triðbestir í heiminum.

Enn eina ferð er staðfest, at Føroyar eiga hondbóltsleikarar, sum gera seg galdandi millum heimsins bestu. Liðið er mannað við leikarum úr nógvum ymsum feløgum. Nógvir eru eisini á A-landsliðnum – og teir hava víst, at alt ber til. 

ÍtróttaELDSÁLIN 2025: Jórun Frimannsdóttir Jacobsen og Jórun Biskupstø – KÍ

Í 30 ár hava tær báðar, Jórun og Jórun, brúkt nógv av sínari frítíð uppi í KÍ-høllini. 

Tær taka sær av venjingar- og dystarklæðum hjá bæði kvinnum, monnum og 1. deild. 

Venjingarklæðini skulu vaskast, turkast, leggjast saman og leggjast upp á pláss hvønn dag í vikuni. Síðani koma dystarklæðini afturat. Ofta eru tær fleiri ferðir um dagin í vaskikjallaranum fyri at fáa stóra arbeiðið liðugt. 

Eisini baka tær køku til hvønn heimadyst hjá monnunum. Køkan verður boðin frásøgufólki, dómarum, vaktarfólki og innkrevjarum – og mong hava merkt stóra gestablídni. 

Ótroyttiliga hava Jórun og Jórun arbeitt frítt og sjálvboðið, so at leikarar, venjaratoymið og annars øll, sum eru á plenuni í Klaksvík, skulu kenna seg væl. 

Tær gera ein stóran innsats fyri at gera dagin hjá teimum íðkandi so lættan sum møguligt.

ÍtróttaVENJARIN 2025: Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen – U21-landsliðið í hondbólti

Venjararnir hjá U21 manslandsliðnum, sum vann bronsu í HM fyri U21, eru í sínum dagliga yrki venjarar hjá nógvum evnaríkum leikarum í Kyndli og H71. 

Dagliga menna teir leikarar, sum leita sær uttanlands at spæla á høgum støði, og við avrikinum í Póllandi í summar vístu teir, at føroyskir venjarar eisini kunnu gera seg galdandi millum heimsins bestu.

Vit hava av røttum hoyrt nógv um leikararnar. Men fyri at leikararnir kunnu gera sítt besta krevst, at venjararnir seta krøv og geva uppgávur, sum liðið kann loysa. Bæði í fyrireiking undan dystum, til venjing og tá dómarin bríkslar í gongd. 

Smáu tillagingarnar, sum venjararnir gjørdu til hesa kappingina, høvdu eyðmerktan virknað og týdning. Fyri hvønn dyst sá tað út, sum at liðið gjørdist stinnari og

fekk fleiri streingir at spæla uppá. 

Hóast uppgávurnar gjørdust truplari sum kappingini leið, loysti venjaraparið alt sera væl. Teir avgreiddu dystirnar og fyrireikaðu liðið til næsta dyst á bestan hátt. Teir disponeraðu orkuna, so at allir leikarar vóru við allan vegin og kundu avrika, tá teir komu á vøllin. 

Hini tilnevndu vóru: Súsanna Maria Hansen, B36, og Marlon Kjærbo, SuSvim.

ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2025: Hósvíkar Róðrarfelag

Hósvíkar Róðrarfelag hevur ein savnandi leiklut í bygdini og í Sundalagnum. Felagið er sera virkið og ein týðandi felagsskapur.

Felagið er í støðugum vøkstri og telist millum størstu róðrarfeløg í landinum. Við mongu sjálvbodnu kreftunum skipar HVR javnan fyri ymiskum tiltøkum – eitt nú árligu Regatta-siglingini, sum savnar allar Føroyar.

Hósvíkar Róðrarfelag er farið at menna eitt nútímans neyst, og nýggir karmar eru neyðugir, tí í 2025 vóru heilar 7 manningar. Úrslitini hava verið góð bæði til FM-róðurin – og til FM, NM, EM og HM í inniróðri. Dentur verður eisini lagdur á breiddina, og tað skapar tilgongd.  

Tá manningarnar koma heim eftir kapping, bjóðar felagið øllum bygdarfólkinum til døgurða og kaffi í neystinum. Hetta samansjóðar, styrkir lokala samleikan og skapar trivnað í bygdini. 

Trivnaðurin er sum heild eitt av høvuðsøkjunum í Hósvíkar Róðrarfelag, og felagið arbeiðir miðvíst við bæði venjingarlegum, team-building og tiltøkum fyri limirnar.

Hósvíkar Róðrarfelag er eitt fyrimyndarligt dømi um ein ítróttafelagsskap, ið sameinir nýhugsan, dirvi, trivnað, breidd og úrslit. Felagið arbeiðir miðvíst við sterkari sjálvbodnari megi og setir menniskjað og felagsskapin í miðdepilin.

ÍtróttaSÓLSTRÁLAN 2025: Hansina Nesá – Fimleikafelagið Flog.

Innan ítrótt fevnir Hansina breitt. Í fimleiki er hon venjari og íðkari hjá bæði Flog og Støkk, umframt at hon spælir fótbólt við Víkingi og á U17 landsliðnum. Hennara evni at hava javnvág millum elituítrótt, skúla og sjálvboðið arbeiði vitnar um, at hon hevur serlig evni og merkisvert arbeiðsemi.

Vit kenna hana tó best sum venjara og samskipara hjá Flog, har Hansina altíð er fyrikomandi, blíð

og fitt í síni tilgongd. Hon er sera dugnalig at læra frá sær, tolin og ótrúliga kreativ.

Hóast sín unga aldur, stóð Hansina á odda fyri framførsluni hjá Flog til fimleikafagnaðin 2025. Hon tók ábyrgd, hevði gott yvirlit og megnaði til fulnar, at skapa tryggleika, felagsskap og motivera øll rundanum seg.

Hansina er ein sólstrála í orðsins besta týdningi. Hon spreiðir gleði, ró og jaliga orku har hon er og er ein fyrimynd fyri børn, ung og vaksin.

Heiðursskjal Poul E. Petersen varð latið Jústines Justinussen

Ítróttasamband Føroya lat í ár heiðursskjal Poul E. Petersen til Jústines Justinussen fyri sítt ótroyttiliga arbeið í StÍF í ein mansaldur. Hann hevur mestsum búð í ítróttahøllini á Skála í nógv Harrans ár, og er framvegis framvið í høllini hvønn dag.

Hann hevur fylgt børnunum Leivi, Sveini og Rebekku Justinussen frá barnsbeini, og tey hava øll gjørt vart við seg í føroyskum hondbólti eftir aldarskiftið. Nú ræður tað um at taka sær av abbabørnunum, helt hann fyri á pallinum. Hann er framvegis venjari hjá U8-liðunum við dreingjum og gentum hjá StÍF.

Jústines Justinussen hevur spælt við Neistanum, har hann vann sítt einasta FM-heitið, StÍF og eisini á føroyska landsliðnum.

Endamálið við at lata heiðursskjal Poul E. Petersen er at heiðra eldsálum í føroyskum ítrótti, og fyri henda heiðurin fekk Jústines eisini gullnál ÍSF.

Ítróttaløtan 2025: Sigursrúsur eftir HM-sigur á Spania (A-landsliðið í hondbólti við kvinnum)

Spania hevði yvirhond meginpartin av dystinum, men føroysku kvinnunar góvust ongantíð at kempa, og støðuga trýstið hevði við sær, at vit komu eitt mál fram um móti endanum á dystinum.

Spania kempaði fyri at javna, og allar Føroyar hildu ondini, tí vit óttaðust, at Spania skuldi fáa bóltin og javna.

Men føroysku kvinnurnar tóku sakina í egnar hendur, øktu hinvegin við tveimum málum og tryggjaðu sær siðurin. 

Hendan seinasta løtan var sera intens, og føroyskur úrvalsítróttur vísti veruligan kvalitet. 

Hendan løtan – og øll HM-luttøkan hjá kvinnunum – fer at hava stóran týdning frameftir, tí hon vísti øllum gentum og ungum leikarum, at leiðin til heimsins bestu ikki bert er ein dreymur.

Henda løtan prógvaði, at hóast vit eru fá, skulu vit tora at droyma stórt og bjóða heiminum av.

Høvuðsstuðar hjá ÍtróttaFAGNAÐINUM 2025 vóru:

SMS – MBM – Bakkafrost – Betri – Atlantic Airways – Smyril Line – Klaksvíkar Kommuna