Í gjár, hósdagin 4. juli, skipaði ÍSF fyri almennari móttøku í Smæruni í Tórshavn, har fyrrverandi forsetar hugleiddu um avgerandi hendingar í søguni hjá ÍSF. Løgmaður, Aksel Johannesen, landstýrismaðurin við skúlamálum, Høgni Hoydal, borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen og forsetin í ÍSF Elin Heðinsdóttir Joensen, fluttu fram røðu. Heilt nógv fólk nýttu høvi at støkka inn á gólvið.

Aftaná móttøkuna varð skipað fyri skrúðgongu, har bæði nú- og fyrrverandi íðkarar luttóku. Tveir Piddar gingu á odda saman við Absaloni Hansen, sum var flaggberi. Gingið var niðan í SMS, har Elin H. Joensen forseti í ÍSF setti framsýningina  um søguna hjá ÍSF og oyggleikirnar. Framsýningin er eisini opin í dag og í morgin og í næstu viku.

Í morgin, leygardagin 6. apríl, fara ítróttafeløg kring landið at skipa fyri tiltøkum í sambandi við 80 ára dagin. Higartil hava 40 feløg boðað frá at tey hava opið hús. Aðrastaðni á heimasíðuni her er yvirlit yvir tiltøkini.