Á ársaðalfundi í Belek í Turkalandi um vikuskiftið staðfestu limalondini í Tennis Europe, at
føroyska tennisítróttin hoyrir heima í evropeiska tennisfelagsskapinum.

Við 44 atkvøðum fyri og ongari ímóti góðkendu møttu limalondini umsóknina hjá
Tennissambandi Føroya, og 1. januar 2026 gerst Tennissambandið partur av Tennis
Europe.

-Vit hava arbeitt miðvíst fyri at gerast limir í Tennis Europe í eina tíð, og at tað nú eydnaðist
er ótrúliga gleðiligt og eitt týdningarmikið stig fyri at menna tennis í Føroyum, segði ein
fegin formaður í Tennissambandinum, Ingi Heinesen Højsted, beint eftir at úrslitið varð
kunngjørt leygardagin.

Spurdur um, hvønn týdning hetta hevur fyri føroysku tennisítróttina, svarar Ingi soleiðis:
-Limaskapurin í Tennis Europe merkir, at vit kunnu luttaka í evropeiskum kappingum sum
einstaklingar og landslið umboðandi Føroyar. Hetta er sera týdningarmikið og spennandi,
eitt nú hjá okkara ungu og evnaríku leikarum. Tennis hevur havt stóra framgongd í
Føroyum síðstu árini, og hetta er enn eitt stórt fet rætta vegin.

Tennis Europe er altjóða felagsskapurin hjá Tennissambondunum í Evropa. Til
samanbering svarar hetta til UEFA í fótbólti. Tennis Europe umsitur eitt nú EM kappingina
fyri lið og einstaklingar í fleiri aldursbólkum. Ungdómskappingar hjá Tennis Europe verða
mettar sum fyrsta stigið hjá ungum og evnaríkum tennisleikarum í Evropa at gerast
yrkistennisleikarar.

Áhugin fyri tennis hevur rættiliga tikið dik á seg í Føroyum seinastu árini, serliga í
høvuðsstaðnum, har vit í dag finna eitt spírandi tennisumhvørvi í Gundadali. Eitt av
málunum hjá Tennissambandinum er at fáa tennisfepurin um alt landið. Tennis er ein av
ítróttargreinunum á Skúlaleikunum í ár, og tennis verður ein av ítróttargreinunum á
Oyggjaleikunum, sum vera í Føroyum í 2027.

Spurdur um, hvørjar raðfestingar Tennissambandið hevur nú sambandið hevur tryggja sær
møguleikan at luttaka í altjóða kappingum í Evropa?

-Næsta stigið verður at betra um umstøðurnar at spæla tennis innandura í Føroyum,
soleiðis at Føroyar uppfylla krøvini at gerast vertir fyri evropeiskum tenniskappingum, sigur
Ingi at enda.