Tað verður Poula Michelsen úr Havn, sum verður ítróttafyriskipari á Betri Oyggjaleikum. Tað vil siga, at hon fer at standa á odda fyri ítróttaliga partinum av leikunum, og saman við teimum 14 sambondunum fer hon at syrgja fyri, at allar kappingarnar verða væl avgreiddar undir bestu umstøðum og eftir galdandi reglum.
– Eg eri fegin og takksom fyri møguleikan og gleði meg at samstarva við tey mongu dugnaligu fólkini, sum fram til Betri Oyggjaleikirnar fara at standa saman um hesa týdningarmiklu uppgávu. Tað er sera gleðiligt, at Føroyar aftur sleppa at verða vertir, tí tað fer at geva okkara ítróttafelagsskapum ógloymandi upplivingar. Hetta er eisini ein góður møguleiki at prógva okkum sum eina nútímans og vælskipaða ítróttatjóð, sigur Poula Michelsen.
Betri Oyggjaleikir verða størsta tiltak í Føroyum higartil, og afturat ítróttinum eru ein ørgrynna av øðrum uppgávum, sum skulu loysast. Alt frá gisting til tilbúgving og frá sjálvbodnum til setan og endahátíð.
Saman við oyggjaleikasamskiparanum Solby Christiansdóttir fer Poula Michelsen afturat ítróttinum eisini at arbeiða við onkrum av hesum uppgávunum.
– Poula Michelsen hevur drúgvar royndir við bæði leiðslu, samskipan, marknaðarføring, samskifti og øðrum, sum Betri Oyggjaleikir nú fáa ágóðan av. Eg gleðist um, at vit hava fingið eitt knasandi dugnaligt fólk upp í toymið, og eg ivist onga løtu í, at við Poulu á odda eru allar ítróttagreinarnar í sera góðum hondum, sigur Solby Christiansdóttir, oyggjaleikasamskipari.
Starvið sum ítróttafyriskipari er 0,4 fram til ársskiftið, og frá 1. januar 2026 er starvið fulla tíð.
Poula Michelsen tekur við starvinum 1. september.
Um Poulu Michelsen:
- 49 ár
- Úr Havn
- Útbúgvin marknaðarføringsøkonomur, HD í organisatión og leiðslu og MA í lóg
- Arbeitt við marknaðarføring, leiðslu og samskipan síðani 2006
Um Betri Oyggjaleikir í Føroyum:
- 3. til 9. juli 2027
- um 2.500 íðkarar
- 1200 sjálvboðin
- úr 24 ymiskum oyggjasamfeløgum
- 14 ítróttagreinar
- kappingar kring landið á umleið 30 leikvøllum