Tey, sum eru í uppskotið til heiðurin ÍtróttaELDSÁLIN 2025 eru Jórun Frimannsdóttir Jacobsen & Jórun Biskopstø – KÍ, Anna Dam-H71 og Andrias Sumberg – Suðuroyar Judo.
Í Føroyum eru nógvar eldsálir og á ÍtróttaFAGNAÐINUM, sum verður í Varpinum, leygarkvøldið 7. februar verður ÍtróttaELDSÁLIN 2025 funnin.
Jórun Frimannsdóttir Jacobsen og Jórun Biskupstø – KÍ
Í 30 ár hava tær báðar, Jórun og Jórun, brúkt nógv av sínari frítíð uppi í KÍ-høllini.
Tær taka sær av venjingar- og dystarklæðum hjá bæði kvinnum, monnum og 1. deild.
Venjingarklæðini skulu vaskast, turkast, leggjast saman og leggjast upp á pláss hvønn dag í vikuni. Síðani koma dystarklæðini afturat. Ofta eru tær fleiri ferðir um dagin í vaskikjallaranum fyri at fáa stóra arbeiðið liðugt.
Eisini baka tær køku til hvønn heimadyst hjá monnunum. Køkan verður boðin frásøgufólki, dómarum, vaktarfólki og innkrevjarum – og mong hava merkt stóra gestablídni.
Ótroyttiliga hava Jórun og Jórun arbeitt frítt og sjálvboðið, so at leikarar, venjaratoymið og annars øll, sum eru á plenuni í Klaksvík, skulu kenna seg væl.
Tær gera ein stóran innsats fyri at gera dagin hjá teimum íðkandi so lættan sum møguligt.
****
Andrias Sumberg -Suðuroyar Judo
Andrias stovnaði Suðuroyar Judo í 2020, tá hann flutti suður við familjuni. Einsamallur hevur hann bygt felagið upp – og hann stendur á odda fyri øllum venjingum.
Andrias ger ikki mun á íðkarum, men tryggjar, at øll verða sædd, mennast og trívast – óansæð førleikar.
Samanhaldið er framúr og nógv verður gjørt fyri felagsskapin millum tey nú umleið 35 íðkandi. Á hvørjum ári skipar Andrias eisini fyri landsins størsta judovenjingarvikuskifti fyri íðkarar úr øllum landinum.
Felagið møtir væl upp til kappingar og felagsvenjingar norðanfjørðs við góðum úrslitum – og hvørt ár fer Andrias við íðkarunum til barnakappingar uttanlands. Suðuroyar Judo hevur fleiri, ið nú kappast á ungdómslandsliðnum.
Andrias hevur svart belti – og hartil er hann útbúgvin dómari fyri evropeiska judosambandið. Tað krevur nógv – bæði at uppnáa og viðlíkahalda – og dómaraførleikar hansara lyfta alt kappingarstøðið í Føroyum.
Eisini eggjar hann ungum íðkandi til dómaragerningin fyri at styrkja um føroyska dómarahópin – eitt nú við at taka tey við so tey fáa altjóða royndir.
Andrias er somuleiðis nevndarlimur í Judo Føroyum. Í fyrireikingunum til Betri Oyggjaleikir 2027 umboðar hann Føroyar í teknisku nevnd fyri judo og er við til at samskipa dómarar og døming.
Andrias er ímyndin av at arbeiða sjálvboðin fyri ítróttini við áhaldandi at mennast sjálvur, menna onnur og menna felagsskapin í breiðasta høpi.
****
Anna Dam – H71
Anna Dam hevur seinastu mongu árini gingið á odda við at menna H71 – bæði sum nevndarlimur og forkvinna. Eisini eigur hon lut í menningini av landsliðshondbóltinum – saman við manninum, Gunnari Djurhuus.
Sjálvboðin skipaðu tey fyri úrvalshondbólti fyri leikarar úr øllum feløgum, og tey vóru drívmegin aftanfyri U14 og U15 landsliðini – har nógvir leikararar nú eru á A-landsliðnum hjá monnum.
Í H71 hevur Anna Dam gingið undan í at menna felagið og felagsskapin – við professionallari venjingarætlan fyri allar aldursbólkar og javnstøðu millum kynini
Anna dugir væl at fáa fólk til sjálvboðið arbeiði, og hon skipar sosial tiltøk og savnar fólk í øllum aldursbólkum. Hon tók eisini stig til, at øll lið hjá H71 annað hvørt ár fara til kapping í Svøríki – og at bæði familja og vinir kunnu fara við.
Anna Dam arbeiðir fyri sjey – bæði við at menna hondbóltin og í samstarvarinum við onnur feløg t.d. um leikarar og venjarar, ið kunnu hjálpa hvør øðrum.
Hon hevur somuleiðis ment samstørv við feløg og fólk uttanlands, og hon hjálpir leikarum at sleppa uttanlands at spæla og at fáa virðilig kor og sáttmálar.
Samanumtikið er Anna Dam ímyndin av tí skarvslopi, sum føroyskur hondbóltur hevur verið fyri seinastu árini.
ÍtróttaFAGNAÐURIN 2025 verður í Varpinum í Klaksvík leygarkvøldið 7. Februar kl 20:00 og verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.
Samstarvsfelagar til Ítróttafagnaðin 2025 eru:
SMS – Bakkafrost – MBM – Betri – Atlantic Airways – Smyril Line – Klaksvíkar Kommuna


