Til øll sambond:

Í næstum verða verkstovur hildnar um Tryggan Ítrótt. Endamálið við verkstovunum er, at sambondini fáa innlit í, hvat tryggur ítróttur er, og hvussu ráðgevingin arbeiðir.
Eisini verða nýggju leiðreglurnar hjá ÍSF, sum vóru umrøddar á heystumboðstinginum 2025, kunngjørdar fyri tykkum. Verkstovan leggur eisini upp til, at tit arbeiða við egnum leiðreglum. Ynskiligt er, at hvørt samband fer at hava egnar leiðreglur um tryggan ítrótt. Hesar verkstovur hjálpa tykkum ígongd og væl á veg við hesum arbeiði. 

Vit vilja viðmæla og eggja øllum sambondum at luttaka á einari verkstovu (tit kunnu velja ein av trimum døgum).

Verkstovurnar verða hildnar soleiðis:

  1. Mikudagin 27. mai – kl. 16.45 – 20.15
  2. Mánadagin 8. juni – kl. 16.45 – 20.15
  3. Mikudagin 10. juni –  kl. 16.45 – 20.15

Staðseting: ÍSF húsið, Eystara Bryggja 30

Vit bjóða eina lekra máltíð í sambandi við verkstovuna.

Melda til framløgu og/ella verkstovu HER