Árligi aðalfundurin hjá ÍSF, var í ÍSF húsinum leygarmorgunin kl 10.00. Øll sersambondini møttu á fundinum. Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti, setti fundin. Í sínari fyrstu røðu sum ÍSF forseti, umrøddi Elin farna árið hjá nýggju starvsnevndini. Hon segði ma, at hetta var ein nýggj byrjan hjá ÍSF og at hon helt, at nýggja starvsnevndin saman við restini av ÍSF hevði lagt væl frá landi. Elin tosaði um týdningin av at hava ein savnandi felagskap. Í hesum sambandi rósti hon teimum sjálvbodnu, sum gera eitt megnar arbeiði innan føroyskan ítrótt. Uttan hesi, so høvdu vit ikki nakran ítrótt. Eisini frøddist Elin um góðu altjóða úrslitini, sum føroyskur ítróttur hevur havt síðstu tíðina.

Á aðalfundinum varð deildarsambandi DSNÍ umskipað. Feløgini í DSNÍ verða nú menningarsambond undir starvsnevndini og umsitingini hjá ÍSF.

Á aðalfundinum handaði forsetin silvurnál til Gunn Ellefsen, forkvinnu í Hondbóltsamband Føroya, Anniku V. Dalsgarð forkvinnu í Róðrarsambandi Føroya, Sigurð Rasmussen starvsnevndarlimi í ÍSF og Martin N. Simonsen, formanni i Deildarsambandinum fyri nýstovnaðan ítrótt.

Eingin starvsnevndarlimur stóð fyri vali. Nevndin í ÍSF er hendan: Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti, Jon Hestoy, varaforseti, nevndarlimir eru Schandorff Vang, John Kjær og Sigurð Rasmussen.

Leinkja til ársfrágreiðingina hjá ÍSF: ÍSF ársfrágreiðing 2017