Altjóða Oyggjaleikanevndin, IIGA, hevur havt aðalfund á Isle of Wight fyrrapartin.

Fleiri viðurskifti, ið hava føroyskan áhuga, vóru uppi at venda.

Oyggjaleikir aftur í Føroyum
Aðalfundurin samtykti, at inntil aðalfundin komandi ár skal Nevndin í IIGA arbeiða við eini lógarbroyting, ið hevur við sær, at tað ikki skal vera kapping millum oyggjar, ið bjóða seg fram at fyriskipa oyggjaleikunum. Hinvegin verða áhugaðar oyggjar settar á ein lista, soleiðis at tær fáa leikirnar eftir tørni.

Føroyar og Menorka eru í boði at hava leikirnar í 2019 og 2021. Á aðalfundinum fyrrapartin gjørdi formaðurin í Altjóða Oyggjaleikanevndini greitt, at Føroyar liggja betri fyri at fyriskipa leikirnar í 2019 enn Menorka. Føroyska umboðini fegnast um hesa útmelding frá Altjóða Oyggjaleikanevndini.

Við á Isle of Wight eru Løgmaður, Ítróttarmálaráðharrin og borgmeistarin í Havn umframt onnur almenn umboð, og hava hesi, saman við ÍSF, nýtt høvi til at fundast við Altjóða Oyggjaleikanevndina, og at kunna seg um viðurskiftini á staðnum. Føroyska politiska umboðanin hevur møtt stóra vælvild, og teirra stuðul til oyggjaleikir í Føroyum, hevur víst IIGA, at Føroyar sum samfelag standa saman um ynskið at hava oyggjaleikir í Føroyum aftur.

Rættindi at luttaka
Tað hevur verið eitt afturvendandi evni, hvør skal hava loyvi at umboða ymisku oyggjarnar á oyggjaleikunum. Í hesum sambandi hevur ÍSF lagt fram uppskot, ið leggur seg tætt uppat treytunum, sum altjóða sersambond seta fyri luttøku á landsliðum. Eftir drúgt kjak mælti ÍSF til, at ein bólkur varð settur at viðgera hesi viðurskifti inntil komandi aðalfund.

Føroyskan nevndarlim í IIGA
ÍSF hevði vegna norðurlendsku limaoyggjaranar skotið fyrrverandi ÍSF-forseta Sølva Reinert Hansen upp til nevndarsess í Altjóða Oyggjaleikanevndini. Fimm valevni bjóðaðu seg fram til teir tríggjar tøku sessirnar. Endin var, at tey bæði, sum stillaður uppaftur, og Sølvi Reinert Hansen vórðu vald inn í nevndina fyri eitt tvey-ára skeið.

Hetta er næsti nevndarlimurin, sum føroyingar hava havt í Altjóða Oyggjaleikanevndini. John Kjær var nevndarlimur, varaformaður og síðani formaður í IIGA árini 1985-91, nevndarlimur aftur árini 1995-99 og hevur síðani 1991 verið heiðurslimur í felagsskapinum.