Jónas Tór Næs, formaður í Anti Doping Føroyum og Kim Højgaard Ravn, stjóri í Antidoping Danmark.

Í farnu viku hava umboð fyri Anti Doping Danmark verið á vitjan í Føroyum. Endamálið við vitjanini
var m.a. at undirvísa dopingeftirlitsfólkunum í Føroyum og at undirskriva samstarvsavtalu við Anti
Doping Føroyar. Harumframt var eisini fundur við FSF um ymisk viðurskifti.


Endamálið við at gera eina samstarvsavtalu við Anti Doping Danmark er at tryggja okkum, at vit í
Føroyum eru dagførd í mun til tey krøv, ið verða sett dopingmyndugleikum. Samstarvsavtalan við
Anti Doping Danmark ger, at antidopingarbeiðið í Føroyum er komið í eina trygga legu. Anti Doping
Danmark hevur í nógv ár verið ein góður samstarvsfelagi og hevur veitt eina sera góða tænastu.
“Vit hava eitt sera gott samstarv við Anti Doping Danmark. Við samstarvsavtaluni hava
dopingkontrollantar í Føroyum møguleikar at útbúgva seg gjøgnum útbúgvingarnar, sum Anti Doping
Danmark skipar fyri. Sostatt er avtalan við til at tryggja fakliga støðið hjá dopingkontrollantum í
Føroyum”, sigur Jónas Tór Næs, formaður í Anti Doping Føroyum.

Umframt at taka dopingroyndir er ein av uppgávunum hjá Anti Doping Føroyum at kunna fólk um
antidoping.

“Kunning til ítróttasambond og íðkarar er ein rættiliga týðandi partur av arbeiðinum hjá okkum. Í
hesum sambandi tryggjar avtalan við Anti Doping Danmark, at vit kunnu brúka undirvísingartilfar um
antidoping og talgildu undirvísingarpallarnar, sum Anti Doping Danmark hevur”, leggur Jónas afturat.
Hann sigur, at hetta ger arbeiðið hjá Anti Doping Føroyum munandi lættari.

Stjórin í Anti Doping Danmark, Kim Højgaard Ravn, er eisini sera væl nøgdur við samstarvið við
Anti Doping Føroyar.
“Vit eru ógvuliga glað fyri framhaldandi samstarvið við Anti Doping Føroyar. Vit hava altíð havt eitt
sera gott samstarv við starvsfelagar okkara í Føroyum, bæði tá talan er um vegleiðing til dopingeftirlit
og til undirvísing. Tíbetur ger nýggja avtalan, at hetta góða samstarvið heldur fram”, sigur Kim
Højgaard Ravn.

20 royndir tiknar higartil í ár

Higartil í ár eru 20 dopingroyndir tiknar av føroyskum ítróttafólki. Royndirnar eru tiknar í hesum
ítróttagreinum:
Innirógving: 3
Rógving: 6
Fótbóltur: 4
Vektlyfting: 3
Kurvabóltur:4

Eingin positiv roynd er tikin higartil í ár. Anti Doping Føroyar hevur varhugan av, at føroysk
ítróttafólk eru tilvitaði um antidoping, og er hetta at fegnast um. Anti Doping Føroyar hevur sett sær fyri at taka einar 40-50 royndir í ár.

Venjingarmiðstøðirnar eru eisini fevndar av føroysku lóggávuni. Ætlanin hjá Anti Doping Føroyum er
at fáa samstarvsavtalur við venjingarmiðstøðirnar soleiðis, at hesi kunnu lýsa við, at doping ikki er
loyvt í teirra venjingarhølum.