Mánakvøldið 20. august skipar ÍSF, saman við Antidoping Danmark, fyri einum kunnandi fundi fyri umboðum frá fitness- og venjingarmiðstøðunum í Føroyum. Fundurin verður í ÍSF-húsinum kl 19:00.

Á fundinum fer Antidoping Danmark m.a.

  • At leggja fram innihaldi í einari avtalu.
  • Hvat fáa venjingarmiðstøðirnar afturfyri og hvat er teirra leiklutur í strembanini at fyribyrgja doping í fitness-og styrkisveningarumhvørvinum
  • Upplýsingar um kostnað fyri eitt samstarv
  • Og so verður sjálvsagt svarað uppá spurningar

ÍSF vónar, at so nógv umboð verða at síggja sum til ber.

Tað er umráðandi at síggja týdningin í, at vit øll her í Føroyum eru við til at skapa sunn venjingarumhvørvi við serligum atliti til teir ungu limirnar, sum hava sína dagligu gongd í venjingarmiðstøðunum.