

Havnar Fimleikafelag
Á 80-ára degnum hjá ÍSF letur HF dyrnar upp í høllini á Stórheyggi, tá skipað verður fyri familjudegi leygardagin 6. apríl frá kl. 11 til 13.
Amboðini verða tikin fram, og okkara dugnaligu venjarar bjóða stórum og smáum inn at royna breytina, sum verður gjørd til høvið.
Tiltakið er ókeypis, og vit gleða okkum at taka ímóti tykkum øllum!
GG! Børnini skulu fylgjast við vaksnum.
bool(false)Bragdið
Rennitúrur av Tórsbreyt kl 8:30 runt í býnum. Venjingar o.a. á breytini kl 9:30-11.
bool(false)Havnar Tennisfelag
Tennisvallirnir vera tøkir hjá øllum at royna. Venjarar er á staðnum og kunnu leggja lag á um neyðugt. Eisini er ein bóltkanón, ið spælast kann “ímóti”. Møguleiki er at lána ketjarar og bóltar frá felagnum.
bool(false)Havnar Róðrarfelag
Fólk kunnu koma inn og tosa við okkum og evt. royna rógvimaskinur etc. og fáa ein kaffimunn
bool(false)Tórshavnar Súkklufelag
Vit fara at hava tvær felagsvenjingar kl 10.00 og 11.00 á 1 tíma, frá pakeringsøkinum hjá Skógarrøktini við Hvítanesvegin.
Venjng er súkkling í umleið 50 min
Tit skulu sjálvi hava súkklu og súkkluhjálm við til venjing.
bool(false)Tórshavnar Súkklufelag
Vit fara at hava tvær felagsvenjingar kl 10.00 og 11.00 á 1 tíma, frá pakeringsøkinum hjá Skógarrøktini við Hvítanesvegin.
Venjng er súkkling í umleið 50 min
Tit skulu sjálvi hava súkklu og súkkluhjálm við til venjing.
bool(false)Triathlon
Vit fara at hava tvær felagsvenjingar kl 10.00 og 11.00 frá parkeringsøkinum hjá Skógarrøktini.
Venjng er súkkling 7km og renning 3km (bike-run)
Tit skulu sjálvi hava súkklu og súkkluhjálm við til venjing.
bool(false)Triathlon
Vit fara at hava tvær felagsvenjingar kl 10.00 og 11.00 frá parkeringsøkinum hjá Skógarrøktini.
Venjng er súkkling 7km og renning 3km (bike-run)
Tit skulu sjálvi hava súkklu og súkkluhjálm við til venjing.
bool(false)Neistin
Vit lata hurðarnar upp til Gundadalshøllini frá kl. 13-15. Øll eru vælkomin.
Vit fara at gera ein bóltbana til smáu børnini. Vit fara at hava bóltar og skotkappingar. Og so bjóða vit øllum at vera við til minihondbólt, har børn og foreldur kunnu spæla saman við spælarum frá besta liðnum.
Tað verður hugnaligt.
bool(false)Kurvabóltsfelagið Sporðdrekin
Vit vilja fegin bjóða øllum at verða hjartaliga vælkomin í høllina á Argjahamri, at spæla kurvabólt Møguleiki verður at royna síni evnir sum kurvabóltleikari, og her er sjálvandi eingin sum helst avmarking, um hvør kann luttaka!
Vit kunnu hugna okkum við at dribbla, skjóta og alt sum hoyrir til kurvabólt annars. Eisini verður skipað fyri einari skjótleikakapping og einari skotkapping.
bool(false)Hvirlan
Í Hvirluni hava vit opið hús í tveir tímar, frá kl. 11 til 13.
Skrá:
Kl. 11 til 12: Rimarenning, Diskos, longdarlop og kúluvarp
Kl. 12 til 13: 100 metur, hamarkast, spjótkast, trýstøkk og hæddarlop
Barnavenjing er alt tíðarskeiðið. Greinavenjing er opin fyri øllum. Endamálið er at vísa hvat ymsu greinarnar ganga út uppá. Hetta er skipa soleiðis, at tey sum luttaka uppliva og royna hvussu greinin verður vand. Síðani sleppa tey sjálvi at royna seg. Tað er bert møguligt at royna eina grein hvønn tíma.
Venjing er vælegna fyri:
• Tey sum eru forvitin eftir at síggja hvat frælsar er fyri nakað
• Tey sum hava íðka aðrar ítróttargreinar, men hava hug at royna okkurt nýtt
• Tey sum hava hug at vita um frælsar kunna hjálpa teimum víðari innan teirra egnu ítróttargrein
• Foreldur, sum vilja síggja og royna venjing sum børnini íðka
• Familjur, tí øll sleppa at verða við
• Bólkar og arbeiðspláss sum vilja hava eina stuttliga løtu
• og einhvør, sum hevur hug at røra seg eina løtu
Vit gleða okkum at vísa tykkum, hvat tað er vit fáast við til dagligt alt árið á Tórsbreyt
bool(false)Tórshavnar Golffelag – sunnudagin 7. apríl
A. Tey, ið ikki hava roynt golf áður, fáa eina kunning um golfspælið, uttan at fara í smálutir. Harafturat fáa tey eina stutta kunning um amboðini og hvussu tey verða nýtt.
Tey síggja hvussu royndir golfleikarar brúka amboðini.
Meginpartin av tíðini sleppa tey at royna sjálvi at sláa bóltar.
B. Tey, ið hava roynt at spæla golf áður, kunnu fara runt á vøllinum saman við limum í felagnum. Á tann hátt síggja tey vøllin, og eisini hvussu tey sjálvi eru fyri at spæla golf.
C. Skipað verður fyri, at øll kunnu hugna sær við kaffi/te og onkrum afturvið, meðan tosað verður um sjálvt golfspælið og tí ið er uttanum sjálvt spælið.
D. Møguleiki er eisini at vísu áhugaðum, hvussu ætlanin er at golfvøllurin á Glyvursnesi verður gjørdur.
bool(false)Veiðifelagið Byrsumúli
Kom og royn leirdúgvuskjóting, undir vegleiðing av royndum skjótivegleiðarum.
bool(false)Havnar Svimjifelag
Øll 6 ár og eldri, sum ikki longu ganga til svimjing og sum vilja vita, hvussu tað kann ganga fyri seg, eru vælkomin at royna seg.
Vit læra venjingar innan crawl-svimjing. Tey yngru og tey, sum eru ótrygg í vatninum venja í lítla hyli, og tey meira tryggu venja í kavingarhylinum. Kappingarliðini venja samstundis í 25m-hylinum, so tit síggja, hvat hetta kann føra til 🙂
Havi svimjiklæðir og -brillur við. Tey við langum hári mugu vera í svimjihettu, ella hava uppsett hár. Svimjihøllin er stongd fyri almennari svimjing tá, so tit leggja klæðini á beinkin í skiftingarrúminum.
Tað kunnu vera upp til 15 svimjarar í hylinum í senn, so møguliga verður bíðitíð
bool(false)
Dartsamband Føroya

Tennissamband Føroya

Kurvabóltur í Føroyum

Seyðahundasamband Føroya
