Havnar Svimjifelag

Øll 6 ár og eldri, sum ikki longu ganga til svimjing og sum vilja vita, hvussu tað kann ganga fyri seg, eru vælkomin at royna seg.

Vit læra venjingar innan crawl-svimjing. Tey yngru og tey, sum eru ótrygg í vatninum venja í lítla hyli, og tey meira tryggu venja í kavingarhylinum. Kappingarliðini venja samstundis í 25m-hylinum, so tit síggja, hvat hetta kann føra til 🙂

Havi svimjiklæðir og -brillur við. Tey við langum hári mugu vera í svimjihettu, ella hava uppsett hár. Svimjihøllin er stongd fyri almennari svimjing tá, so tit leggja klæðini á beinkin í skiftingarrúminum.

Tað kunnu vera upp til 15 svimjarar í hylinum í senn, so møguliga verður bíðitíð