Til sersambond og feløg
Tórshavn 23. januar 2014
Arbeiðið at seta í verk nýggju skrásetingarskipanina Ask hjá ÍSF, er nú komið so mikið langt, at nú skulu øll feløg skráseta sínar virknu limir
Nógv feløg hava longu skrásett seg og brúka skipanina til síni limagjaldsviðurskiftir og annað.
ÍSF hevur í fleiri umførum kunnað um hesa skipan og heitt á sersambond og limafeløg at skráseta sínar íðkandi limir.
Vit fara nú at seta freistir á, tá ið feløg skulu hava skrásett limir sínar.Allar vetrarítróttargreinar t.e. Flogbóltur, hondbóltur, svimjing, , borðtennis, badminton, fimleikur, kurvabóltur, judo, vektlyfting, billard, boccia, hava freist at skráseta sínar limir til 1. mars 2014.
Summarítróttargreinir: Fótbóltur, kappróður, ríðing, tennis, golf, seyðahundar, frælsur ítróttur, skjóting, bogaskjóting, súkling og triathlon, froskmenn/kvinnur hava freist at skráseta sínar limir til 1 maj 2014.
Skrásettir limir eru fevndir av tryggingarskipanini hjá ÍSF og kunnu ferðast við SSL til dystir og kappingar.
Feløg sum ikki hava skrásett sínar limir í Aski verða ikki fevnd av tryggingarskipanini hjá ÍSF og kunnu ikki nýta SSL kortini.
Feløg, sum enn ikki eru skrásett, skulu seta seg í samband við skrivstovuna hjá ÍSF sum skjótast tlf 312606 ella teldupost:isf@isf.fo
Vinarliga
Starvsnevndin