Avrit av brævi viðvíkjandi útlendskum ítróttarfólkum, ið Ítróttasamband
Føroya sendi Løgmanni týsdagin 13. apríl.

——————-

Til Føroya Løgmann

Mánakvøldið í seinastu viku hoyrdist í Degi og Viku, at
landsstýrismaðurin í innlendismálum hevði sent eitt uppskot til
seravtalu fyri útlendsk ítróttafólk niður til danir.

Uppá fyrispurning hevur Ítróttasamband Føroya fingið at vita, at sambært
uppskotinum skulu ítróttafeløgini gjalda útlendsku ítróttafólkunum
umleið kr. 2.300,- um vikuna, svarandi til 24 tímar um vikuna, ella 60%
av einari arbeiðsviku.

Ítróttasamband Føroya er ikki hoyrt í hesi avtalu. Vit hava hinvegin
mótmælt henni, eftirsum hon kemur at forkoma møguleikunum hjá
ítróttarfeløgunum at heinta sær styrk uttanifrá.

Vit hava eftir førimuni roynt at gjørt vart við hesi vandamálini, men
tað er, sum um eingin tekur tað til sín.

Sama dag, sum landsstýrismaðurin í innlendismálum fór í Dag og Viku,
fingu vit bræv frá Løgmansskrivstovuni, ið vísti á, at málið varð til
politiska viðgerð í løtuni. Vit loyva okkum at spyrja, hvussu tað so ber
til, at landsstýrismaðurin aftanfyri ryggin á okkum roynir at gera eina
avtalu við danska myndugleikan, sum ítrótturin als ikki kann liva við,
og als ikki vil hava?

Avtalan, sum nú liggur á borðinum, er ónýtilig. Ítróttasamband Føroya
vil harðliga mótmæla, at ítrótturin ikki verður hoyrdur, tá slíkar, fyri
okkum, týðandi avtalur verða gjørdar.


Vinarliga

Ítróttasamband Føroya
Heðin Mortensen, forseti

Sølvi Reinert Hansen, ítróttaráðgevi