Tað er av stórum týdningi at varveita virðini í ítróttinum – tað sum vit ofta nevna ítórttaandan. Virðini talan er um, eru ærligheit, fair play, gleði, framúrskarandi úrslit, heilsa, samstarv, felagsskapur, respekt fyri sær sjálvum og øðrum, respekt fyri leiðireglum og lóggávu, dirvi, útbúgving osfr.
Doping stríður ímóti ítróttaandanum.
Seinastu árini eru tiknar einar 200 dopingroyndirí Føroyum. Í 2012 eru higartil tiknar 12 dopingroyndir. Royndirnar eru tiknar av ítróttafólkum frá ymiskum ítróttagreinum.
Dopingroyndir verða javnan tiknar av føroyingum. Royndirnar kunna verða tiknar undir venjing, í fríðtíðini ella til kappingar bæði heima og uttanlands.
Higartil hava allar royndirnar sum eru tiknar í Føroyum verið negativar.
Antidopingreglurnar eru galdandi fyri øll tey sum eru limir og íðka ítrótt í feløgum, sum eru limir í ÍSF.
ÍSF samstarvar við Anti Doping Danmark og WADA um doping.
Um so er at ítróttafólk noyðast at taka heilivág, sum er á dopinglistanum, er neyðugt at tey hava eina serliga TUE-váttan frá ÍSF. TUE-umsóknarblað og dopinglistin kunna heintast á antidoping.dk undir REGLER.
Meiri kunning um doping fæðst eisini við at venda sær til skrivstovuna hjá ÍSF á tlf. 312606 ella á teldupost isf@isf.fo