Síðani 2002 hevur Ítróttasamband Føroya samstarvað við Anti Doping Danmark (ADD) um antidoping arbeiðið í Føroyum. ADD er partur av heimsfelagsskapinum WADA, World Anti Doping Agency.

Í 2015 dagførdi WADA sína reglugerð, og merkti hetta, at bæði danska og føroyska reglugerðin eisini skuldu dagførast. Tann 1. januar í 2016 kom hendan nýggja dopingreglugerðin í gildi í Føroyum.

11. april 2016 undirskrivaðu Ítróttasamband Føroya og Andi Doping Danmark nýggja samstarvsavtalu.

Um vikuskifti vóru 24 dopingroyndir tiknar. Tað vóru íðkarar úr Judo, Borðtennis, Badminton og fótbólti, sum vóru kannaðir. Úrsliti av kanningunum verður klárt um 2-3 mánaðir.