ÍSF og Eik Banki hava undirskrivað stuðulssáttmála í sambandi við Granskingarverkætlanina “Svim ella spæl teg til betri heilsu”. Tað er ÍSF, sum samskipar forvitnisligu verkætlanina, ið vísindaliga kannar heilsustøðuna hjá føroyskum kvinnur millum 35 og 50 ár.

Stuðulssáttmálin hevur við sær, at stuðulin hjá Eik Banka verður nýttur til ítróttarklæðini, sum verða nýtt í sambandi við Granskingarverkætlanina.

– Granskingarverkætlanin “Svim ella spæl teg til betri heilsu” er eitt nýbrot innan føroyska heilsugransking. Eitt grundleggjandi virði hjá Eik Banka er at virka samfelagnum at gagni, og henda verkætlan samsvarar væl okkara virði. Vit vilja fegin geva okkara íkast til stuðla einari verkætlan, sum hevur til endamáls at betra um heilsustøðuna hjá føroyingum, sigur Ólavur Jensen, sølu- og marknaðarleiðari í Eik Banka.

Tað eru nakrar vikur síðan, at at granskingarverkætlanin “Svim ella spæl teg til betri heilsu” fór av bakkastokki. 80 føroyskar kvinnur í aldrinum 35 til 50 ár eru partur av verkætlanini, sum kannar, hvussu reglulig motiónssvimjivenjing og fótbóltsspæl ávirka millum annað blóðtrýst, vøddastyrki, kropsfeitt og kolesterol hjá kvinnum, ið ikki venja regluliga.

– Granskingarverkætlanin er rættiliga umfatandi, og tí kemur íkastið hjá Eik Banka væl við. Stuðulssáttmálin merkir, at ÍSF kann veita óføru kvinnunum so góðar karmar sum møguligt, nú tær hava tikið av tilboðnum um at vera við í verkætlanini, sigur Anna Rein, nevndarlimur í ÍSF.

Heili 330 kvinnur meldaðu seg til granskingarverkætlanin “Svim ella spæl teg til betri heilsu”. Síðani varð hugt nærri at vekt, blóðtrýsti, hædd, miðju og mjadnarmát og hvussu virknar, kvinnurnar vóru. Tá ið avtornaði vórðu 80 kvinnur valdar út úr rúgvuni.

Komandi fýra mánaðirnar skulu kvinnurnar annaðhvørt venja svimjing, fótbólt ella halda á við sama lívsstíli, sum tær hava. Sjálv venjingin endar 15. juni. 2013, og tá verður granskað í úrslitunum.

Við árslok er ætlanin at almannakunngera úrslitini.