Í samband við átakið “Rørsla Føroyar”, sum ÍSF og Fólkaheilsuráðið hava skipað fyri í summar, hava vit fingið sendandi hesa ferðafrásøgnina frá vinnaranum av høvuðsvinninginum; Eyðun Trúgvason
Høvuðsvinningurin var eitt vikuskifti í Mykinesi fyri fimm fólk, við øllum íroknaðum, har gist bleiv í Lonin Guesthouse, Har Oda frá GoLocal var vertur.
Flogið bleiv við tyrluni hjá Atlantic Airways út til Mykinesar fríggjadag og heimaftur sunnudag. Á heimferðini sluppu tey rundtúrur til allar oyggjar á rutunetinum hjá tyrluni, har tyrlumanningin bjóðaði ábit og okkurt gott fyri tostan.
Eyðun greiðir soleiðis frá:
Vit komu til Mykinesar við tyrluni fríggjadag seinnapart. Oda frá GoLocal tók væl ímóti okkum, og bjóðaði lekra fiskasuppu í gomlu og hugnaligu húsunum frá 1895, har vit gistu.
Hetta kvøldið fóru vit sólseturtúr at hyggja eftir lundum, og vakra sólsetrið nutu vit afturvið heitum kakao og smákakum, meðan Oda greiddi okkum frá søgnini um teir báðar Óli rami og Tórur rami. Afturkomin í Lonina spældu vit nøkur kortspøl og lósu bókina um flogvanlukkuna á Knúki, sum var fyri 50 árum síðani.
Dagin eftir fingu vit bjóðað góðan morgunmat, áðrenn vit tóku matpakkar við og fóru út í hólmin í allar fagrasta veðri, har vit sóu bæði lundar og súlur heilt tætt uppá, umframt at vit vitjaðu vitan og bumbuskýlið frá krígnum.
Meðan vit vóru á hólminum var lambskjøt í ovninum, og omaná fingu vit rabarbugreyt. Eisini leygarkvøldið vóru kortspøl á skránni, ímeðan bókin um flogvanlukkuna bleiv send runt so øll sluppu at lesa.
Sunnudagin skuldu vit flúgva á middegi, men tyrlan vendi við í mjørkanum, og tískil kundu vit ikki fara rundferð henda dagin. Í staðin fóru vit í hugnaligu lokalu kaffistøðina, at bíða eftir tyrluni at sleppa avstað, sum tíbetur gjørdi eina nýggja roynd, og tók okkum aftur til Vágar.
Av tí at rundtúrurin henda dagin bleiv av ongum, fingu vit bjóðað ein nýggjan túr frá Atlantic Airways nakrar vikur seinni. Vit byrjaðu í Vágum, og flugu síðan til Koltur, Skúvoy, stóru Dímun, Tórshavn, Klaksvík og runt um norðoyggjar, til Kallin og Enniberg. Í Klaksvík fingu vit bjóðað eplakaku, kaffi og sodavatn frá tyrlumanningini.
Alt í alt høvdu vit tvey fantastisk upplivilsir – bæði í Mykinesi og í tyrluni. Sigast má at vit vóru forkelaði uppum bæði oyru, og hetta summarið fara vit at minnast afturá sum nakað serligt.