Leygarkvøldið var ítróttanátt í hallum kring landið. Ítróttanáttin var partur av Rørsluárinum og hátíðarhaldinum av, at ÍSF fyllir 70 ár í ár. Høvuðsendamálið var, at ung í aldrinum 14-20 ár kundu stuttleika sær við ítrótti eitt leygarkvøld.

Feløgini í ymsu økjunum høvdu fyriskipað, og tiltøkini vóru sera fjølbroytt. Onkustaðni var høllin býtt upp í fleiri partar, har til bar at royna ymsar ítróttagreinir. Aðrastaðni skiftust feløgini um at skipa fyri virkseminum í høllini. Millum forkunnugu tiltøkini vóru eisini framførsla við Jens Marna Hansen, hip hop og aerobic í Runavík og ítróttaguðstænasta í Miðvági. Annars gav ítróttanáttin teimum ungu høvi at royna kendar sum ókendar ítróttagreinir. Talið á luttakarunum var ymiskt frá stað til stað – onkustaðni vóru upp í 200 ung savnaði.

Lesið meira hjá:
Suðuroyarportalinum
Nes Kommunu

[nggallery id=21]