Fult hús til ráðstevnu í Kongshøll
Tað var fult hús, tá ið ÍSF og Setrið í felag skipaðu fyri Føroya fyrstu ítróttaráðstevnu. Tveir granskarar, sum løgdu fram, starvast í Danmark, men størsti parturin av framløgunum vóru á føroyskum. Áhoyrararnir fingu eitt breitt innlit í, hvussu nógv hendir á rørslu- og ítróttaøkinum í Føroyum – og hvussu stórar ætlanirnar eru.
Sí myndir frá ráðstevnuni her.
Positiv motivatión
Fyrsti partur snúði seg um børn, motivatión og rørslu. Vit fingu staðfest týdningin av, at venjingarumhvørvi fyri børn skulu vera stuðlandi og leggja upp til positiva innaru motivatión, tí soleiðis skapa vit grundarlag fyri einum longum lívi í rørslu. Greitt var eisini frá, hvussu venjarar og umhvørvið annars kunnu skapa góða og positiva motivatión – og hvussu vit hinvegin kunnu de-motivera íðkararnar við skeivum atburði.
Gagnligu árini av skipaðari rørslu í skúlanum
Vit fingu eisini staðfest, at rørsla í skúlum hevur jaliga ávirkan á trivna, innaru motivatión og evnini hjá næmingunum at hugsavna seg fakliga. Vit sóu dømi um eina stóra verkætlan í Danmark, og síðani fingu vit brellbitar frá nýggjastu føroysku granskingini um rørslu í skúlum, sum Helgi Winther Olsen stendur fyri. Helgi hevur gjørt royndir í skúlunum í Suðuroy, har hann hevur sett rørslulæru á tímatalvuna tríggjar ferðir um vikuna. Hetta hevur elvt til munandi broytingar hjá flestu næmingunum. Serliga teimum, sum ikki røra seg so nógv dagliga. Parturin um børn endaði við einum stuttum innliti í átakið “Skúlaleikir”, har áleið 85% av næmingunum í miðdeildum kring landið luttaka. Tað vísir seg vera stórur eftirspurningur eftir tilfari og átøkum, sum leggja upp til rørslu í skúlanum.
Føroysk ítróttagransking í altjóða høpi
Eftir steðgin hoyrdu vit Tór Sjúrðarson og May-Britt Skoradal, granskarar, greiða frá stórum granskingarverkætlanum í Føroyum, sum snúgva seg um rørslu sum heilivág, og hvussu stóran mun rørsla hevur á heilsustøðuna hjá eldri ella sjúkum fólki. Føroyar egna seg væl til gransking, og vit hava prógvað, at vit kunnu framleiða virðismikla vitan til altjóða ítróttagransking.
Tey bestu
Seinasti partur snúði seg um “tey bestu”, og hvussu vit í felag kunnu arbeiða saman um at náa enn hægri tindum. Vit hoyrdu um nýggju Úrvalsskipanina, sum veitir úrvalsíðkarum fíggjarligan styrk, og sum frameftir í størri mun skal menna umhvørvið og gagna fleiri – heldur enn “bara” at rinda rokningar hjá einstøkum íðkarum.
Magni Mohr vísti á, at vit við jøvnum millumbilum náa stórum úrslitum, men tað áhugaverda er, hvussu vit kunnu skapa støðuga menning, og hvussu kunnu vit tvørtur um ítróttagreinar læra av hvørjum øðrum og brúka vitan hvør hjá øðrum. Av tí, at vit eru ein lítil tjóð, kunnu vit samstarva og samskapa meira og betur enn aðrar stórar tjóðir.
Orðaskifti um ítrótt
Dagurin endaði við áhugaverdum práti millum Magna Mohr, professara í ítrótti, Petur Mittún aðarskrivara í ÍSF, Mark Marcher, samskipara hjá HSF og Eyðvør Klakstein, ítróttasálarfrøðing.
Tey svaraðu spurningum og hugleiddu eitt nú um týdningin av, at børn venja ymsar ítróttagreinar so leingi, sum gjørligt. Jú seinni børnini verða tvungin at velja eina ítróttagrein fram um aðrar – tess betur. Tey komu eisini inn á munin á kvinnuligum og mannligum íðkarum og hvussu hetta má hugsast við í ítróttatilboðini til ávirkavist dreingir og gentur.
Hetta er eitt av fleiri evnum, sum vit eiga at vísa nógv størri áhuga og granska enn meira í. Ein væl vitjað og væl eydnað ráðstevna um ítrótt, sum var tann fyrsta av sínum slag, men ikki tann seinasta. Ætlanin er, at næsta ráðstevna um ítrótt verður um somu tíð komandi ár.