Nú nærkast summarið og vón okkara er, at mong framhaldandi fara at nýta fylgjarakort teirra til ymisku kappingarnar, ið verða. Her er ein stutt áminning um, hvat eitt fylgjarakort er, og hvar tað kann brúkast. Gott er, um øll starvsfólk og hjálparfólk javnan verða kunnað um hetta, so øll kenna fylgjarakortið.

Takk fyri, at tit gera hetta møguligt, og at tit hugsa um atkomu fyri øll.

Fylgjarakortið hevur til endamáls at tryggja, at fólk, ið bera brek, og tískil hava tørv á fylgjara, tá ið tey ferðast ella luttaka í ymiskum tiltøkum, rætt til at taka fylgjaran við sær, uttan at goldið verður ferðaseðil ella atgongumerkið fyri fylgjaran. Fylgjarakort verður útflýggja fólki, ið bera brek, og sum orsakað av breki teirra hava tørv á at hava fylgjara við sær.

MEGD umsitir umsóknir og tekur støðu til einstøku umsóknirnar út frá leiðreglum, ið liggja á heimasíðuni megd.fo: https://megd.fo/fylgjarakort

Støð har kortið er galdandi eru:

Norðurlandahúsið
Søvn Landsins
Listasavnið
Tjóðpallurin
Ítróttarsamband Føroya
Strandferðslan
Smyril Line
Atlantic Airways
Tiltøk, ið kommunurnar stuðla

Um tit hava spurningar, eru tit vælkomin at venda aftur til MEGD. Við vón um eitt gott og mennandi summar,

Tóra við Keldu
Forkvinna/Chairwoman
Fartelefon 517373
Teldupostur tora@megd.fo