Fyrst av øllum skal eg vegna ÍSF ynskja tykkum hjartaliga tillukku við framúrskarandi úrslitunum í EM-kappingini í Berlin, sum vit her heima við stórum spenningi kundu fylgja við í.

Vit ynskja tykkum vælafturkomin: Krista, Ragnvaldur, Rúni og Torkil

Serliga eru vit errin av tykkum báðum, Krista og Ragnvaldur, sum megnaðu at seta Føroyar á heimskortið við bronsumerki.
Somuleiðis fegnast vit eisini saman við tykkum, at tit eisini settu persónlig met.

* * *
Tit í ÍSB hava enn eina ferð víst, at tit gera eitt professionelt arbeiði, og tit megna umaftur og umaftur at taka tey stóru tøkini, ið skulu til og eisini senda okkara fólk til kappingar uttanlanda.

Samlaða avrikið í Berlin prógvar, at pengarnir, ið vit fáa frá landinum og veddingarpengunum, ið eru væl givnir út og veruliga hava kastað frálík úrslit av sær.

Veruleikin er, at vit fáa ov lítið av peningi til arbeiðið við ítróttini, frá landinum, tí tá vit hava hesi talentini, ið megna hesi stóru avrikini, so eiga vit altíð at tryggja teimum bestu møguligu umstøður og helst senda fleiri avstað, umframt at gera arbeiðið her heima, fyri øll okkara ítróttafólk.

Tá vit tosa um at umboðað landið, so hava tit í ÍSB gingið undan, tí við tykkara stóra og miðvísa arbeiðið, hava tit fleiri, ítróttafólk, ið umboðað okkum og megna at fáa góð úrslit eisini. Vónandi fer tað eisini í komandi tíðum at bera til at finna pengarnar til bestu venjing og fyrireiking, so tit framhaldandi kunnu vera í fremstu røð eisini.

* * *
Um eitt ár eru paralympisku leikirnir í London, og vit vita, at tað er stóri dreymurin hjá fleiri av tykkara ítróttafólkum, at fáa loyvið at luttaka har eisini.
Vónandi vera føroyingar eisini við til hesar leikir í London.

Eisini, tá vit tosað um altjóða limaskapir av ymsum slag, hevur ÍSB gingið á odda, og eru tit limir og minnist meg rætt, enntá ein av stovnarunum til IPC, sum er altjóða sambandið fyri paralympic.

* * *

Góðu tit øll!
Ítrótturin hevur enn eina ferð víst eitt gott andlit uttan fyri landoddarnar og givið Føroyum eina umrøðu, vit øll somul bara kunnu fegnast um og vera errin av.
Enn eina ferð er staðfest, at íløgur í ítrótt koma fleirfalt aftur, tí føroysk ítróttarfólk altíð eru bestu ambassadørar fyri landið og fólkið, hvar tey so koma kring knøttin.
Og enn eina ferð hevur tað verið ÍSB ítróttafólk, ið hava víst umheiminum, at eisini vit í lítlu Føroyum kunnu ala fram stórar kempur.
Takk fyri enn eitt gott avrik og allarbestu eydnu í komandi avbjóðingum!

Petur Elias Petersen
ÍSF-forseti