Fyrst av øllum skal eg vegna ÍSF ynskja tykkum hjartaliga tillukku við framúrskarandi úrslitunum í FIMLEIKA Oyggjaleikunum á Jersey, sum vit her heima við stórum spenningi kundu fylgja við í.

Vit ynskja tykkum øllum somlum vælafturkomin

Flott var at vinna íalt:
• 10 gull
• 9 silvur
• 9 bronsur

Eisini eru vit errin av at tit umboðaðu Føroyar og eru vit errin av tykkum øllum og eisini megnaðu at seta Føroyar á heimskortið við tykkara flotta úrslitið.

* *

Tit í Fimleikasambandinum hava enn eina ferð víst, at tit gera eitt professionelt arbeiði, og tit megna umaftur og umaftur at taka tey stóru tøkini, ið skulu til og eisini senda okkara fólk til kappingar uttanlands.

Samlaða avrikið á Jersey prógvar, at umstøðurnar, sum Tórshavnar Kommuna, hevur givið fimleikinum við at byggja hesa frálíku fimleikahøllina, nevnd FIMI eru kærkomið og hevur avgjørt verið við til at gjørt tað møguligt, at fingið hesi góðu úrslit.

Samstundis kann sigast, at pengarnir, ið vit fáa frá landinum og veddingarpengunum, ið eru væl givnir út og veruliga hava kastað frálík úrslit av sær.

Veruleikin er, at vit fáa ov lítið av peningi til arbeiðið við ítróttini, frá landinum, tí tá vit hava hesi talentini, ið megna hesi stóru avrikini, so eiga vit altíð at tryggja teimum bestu møguligu umstøður og helst senda fleiri avstað, umframt at gera arbeiðið her heima, fyri øll okkara ítróttafólk.

Vónandi fer tað eisini í komandi tíðum at bera til at finna pengarnar til bestu venjing og fyrireiking, so tit framhaldandi kunnu vera í fremstu røð eisini.

* * *
Fimleikurin var hesaferð ikki við á Oyggjaleikunum á Isle of Wight, men gott er at tit, saman við øðrum oyggjum tóku stig til at skipað fyri hesum Fimleika oyggjaleikunum, so okkara fremstu fimleikarar og landslið, kundu kappast í ár, sum um Oyggjaleikir vóru.

Og við tykkara flottu úrslitum, og um tit høvdu veið á Oyggjaleikunum á Isle of Wight, høvdu vit helst verið nr. 2 í samlaða yvirlitinum, ímóti nr. 4 sum vit gjørdust, tí vit manglaðu tykkara medaljur

Um tvey ár vera Oyggjaleikir aftur og tá er fimleikurin aftur við á skránni, og er taða bara at fegnast um og vóna at Fimleikasambandið tekur avgerð og megnar at senda mannsterkt landslið avstað.

* * *

Góðu tit øll!
Ítrótturin hevur enn eina ferð víst eitt gott andlit uttan fyri landoddarnar og givið Føroyum eina umrøðu, vit øll somul bara kunnu fegnast um og vera errin av.
Enn eina ferð er staðfest, at íløgur í ítrótt koma fleirfalt aftur, tí føroysk ítróttarfólk altíð eru bestu ambassadørar fyri landið og fólkið, hvar tey so koma kring knøttin.

Takk fyri enn eitt gott avrik øll somul og allarbestu eydnu í komandi avbjóðingum!

Petur Elias Petersen
ÍSF-forseti