Vil fyrst takka fyri møguleikan at vera við, og vegna Ítróttasamband Føroya vil eg fegin ynskja tykkum í Havnar Fimkeikafelag hjartaliga tillukku við teimum 100 árunum, felagið nú hevur á baki.
100 ár er long tíð, men í fimleiki eru hetta dýrabærar løtur, góðar upplivingar og sterk felagskensla fyri nógv menniskju.
Havnar Fimleikafelag hevur, uttan at ivast, verið snúningspunktið fyri nógvar familjur her í Havnini ígjøgnum hesi ár, og er tað enn.
Og munnu fleiri við gleði minnast aftur á dýrabærar løtur og góðar upplivingar, ið eru knýttar av sterkari felagskenslu, ja vinabond knýtt fyri lívi.
Havnar Fimleikafelag hevur eisini havt sín týdning fyri ítróttin sum heild.
Hugsa vit um rørslu í fimleiki, er fimleikur við síni javnvág tað góða grundarlagið undir allari rørslu og øllum ítrótti.
Tá vit í dag tosa nógv um rørslu og heilsu og kenna týdningin av góðari rørslu, ja so eiga tit, sum umboða fimleikin, tykkara góða leiklut.
Tit í Havnar Fimleikafelag í dag, og tey, ið undan hava gingið, eiga stóra tøkk fyri tykkara áhaldandi arbeiði og góða vilja fimleikinum til frama og allari ítrótt at gagni.
Vil so fegin eisini heilsa tykkum, at tann mátin, ið tit møta og taka ímóti limum í felagnum, um vit so koma við børnum okkara, ella vit koma sjálvi, ja so kenna vit okkum væl og verða møtt við gleði og yvirskoti. Hetta hevur alstóran týdning fyri trivnaðin og menningina hjá hvørjum einstøkum eins og felagskapinum og ger, at tit eiga góðar evnaríkar fimleikarar, ið vaksa til í felagnum.
Kenslan hjá okkum sum foreldur, tá vit bíða uttanfyri í trappuni, ella onkur gongur sær ein túr, meðan børnini venja ,er av tí slagi, ið styrkir felagskapin.
Og tá vit saman møtast til árligu framsýningarnar, ja tá kemur sterka felagskenslan rættiliga í hæddina.
Tykkara eldhugi og gleði, saman við tykkara vitan um fimleik og høgum málsetningum, er tað, ið ger at tilgongdin er vaksandi og afturvendandi.
Tykkara mentan er tykkara styrki, og tann mentan, ið her ræður er avgerandi fyri, hvat úrslitið verður.
Einki at ivast í, at uppgávan er stór og avbjóðingarnar nógvar.
Enn einaferð hjartaliga tillukku og góða eydnu í framtíðini.
Vil síðani vegna Ítrottasamband Føroya handa umboði fyri Havnar Fimleikafelag eina heilsan, vónandi kann tað verða við til at gera mun.
Takk fyri
Katrin Joensen, nevndarlimur í ÍSF