Uni Næs, samrøðu við Heðin.

Í KRUNG hava vit onkuntíð viðgjørt spurningin, hvussu vit í okkara tíð halda sunnu- og halgidagar. Tað er ein veruleiki, at sunnudagurin verður brúktur til nógv ymisk endamál, men spurningurin er, um sunnudagurin verður brúktur til tað, sum hann var ætlaður til: hvílu- og halgidagur.

Í blaðnum hesuferð hava vit hitt ÍSF-forsetan Heðin Mortensen á máli og vit hava fingið eitt prát við hann um ítróttarkappingar sunnudag.

Vit liva í eini broytingartíð 
– Millum ár og dag eru farnar nógvar broytingar fram í samfelagnum. Frítíðin hjá fólki er nógv og fólk okkara er sera virki í frítíðini. Hetta síggja vit best í ítróttinum, sigur forsetin í ÍSF, Heðin Mortensen.

Heðin Mortensen heldur avgjørdur, at vit sjálvandi skulu halda sunnu- og halgidagar. Spurningurin er, hvussu vit skipa okkum í frítíðini – eisini í íróttinum. Kanna vit eftir, so er ítrótturin bert eitt av mongum tiltøkum, sum fólk kunnu fara til sunnu- og halgidagar.

– Eg haldi ikki, at tað er rætt at siga, at ítrótturin er ringasta forðingin fyri at halda hvíludagin heilagan. Tað eru nógv onnur tiltøk at fara til sunnudag enn ítróttartiltøk: framsýningar eru av ymsum slag, handlar hava opið, og ofta eru søluframsýningar í teimum stóru ítróttarhallunum sunnudagar. Ja, júst sunnudagar koma flest fólk til hesar sølustevnur. Tað kemur eisini fyri, at høllinar eru upptiknar til ymsar kristiligar fundir.

Ikki rætt at geva ítróttinum alla skyldina
Heðin Mortensen heldur, at tað ikki bert er ítrótturin, sum órógvar sunnu- og halgidagar.

– Tað er ikki rætt at geva ítróttinum alla skylduna.Vit taka okkara ábyrgd, men onnur t.d. politikarar og samfelagið sum heild eiga at vísa ábyrgd fyri hesum spurningi. Sjálvandi hava vit sum ítróttarleiðarar eitt forpliktilsi at virða sjónarmiðini hjá kirkju- og samkomuleiðarum. Vit eiga eisini at virða tey gomlu virðini í okkarar siðvenju, m.o. hetta at halda hvíludagin.

– Vit skulu eisini minnast, at vit liva í einum pluralistiskum samfelag, har fólk í rættiliga stóran mun kunnu leggja sítt lív, arbeiðs- og frítíðarlív til rættis sjálv. Tað er eingin Ayathola, ið ger av, hvussu vit brúka okkara frítíð. Vit skulu eisini ansa eftir, at kirkju og samkomuleiðarar ikki áleina bestemma alt hvat skal ganga fyri seg ein sunnudag.

Ítróttarforsetin heldur, at tað er neyðugt við kappingum sunnudag. Hann vísir á, at sunnudag eru tað bara tey vaksnu, sum eru við í kappingum. Nógv av sersambandunum hjá ÍSF hava fyri fleiri árum síðani gjørt av, at kappingar fyri tey yngru tvs. frá 7 – 16 ár ikki verða lagdar sunnudag, og ÍSF hevur gjørt eina aðalfundarsamtykt sum sigur, at børn skulu ikki vera við í ítróttarkappingum sunnudagar.

Kirkjur og samkomur eiga eisini at laga seg
Heðin Mortensen heldur, at kirkjur og samkomur eisini kundu laga seg eftir ítróttinum sunnudag. Til dømis kundu gudstænastur og møti verið eitt sindur fyrr sunnumorgun t.d. kl. 9 ella kl. 10, so at ítrótturin órógvaði minst møguligt.

– Eg havi einki ímóti, at ítrótturin og kirkjur/samkomur tosa saman um hesi viðurskiftini. Kanska kundu vit hits eina ferð um árið og tosa saman um felags áhugamál.

– Ítróttur sunnudag er komin fyri at vera, her verður sera torført at gera broytingar, sigur ítróttarforsetin, sum sjálvur gongur regluliga í kirkju og berst tað honum frá onkran sunnudag, so er møguleikin at lurta eftir gudstænastuni í útvarpinum ella í sjónvarpinum.

Sí annars grein um hetta sama evnið í KRUNG nr.2. 2000