Síðan 1955 hevur verið siðvenja, at Føroya løgmaður er verji hjá føroyskum ítrótti, og í
hesum sambandi handaði Elin H. Joensen, forseti í Ítróttasambandi Føroya í dag Beinir
Johannesen gullnál og heiðursbræv.
“Føroyskur ítróttur umboðar allar føroyingar, og ítrótturin skal vera fyri øll. Hartil kann einki
sigur Elin H. Joensen.
savna tjóðina sum ítrótturin. Tí halda vit, at tað er gleðiligt og hóskandi, at løgmaður er
verji hjá ítróttinum. Og tá ið vit so hugsa um okkara stremban eftir altjóða viðurkenning og
IOC limaskapi, hevur tað stóran týdning, at politiska skipanin stuðlar arbeiðnum”,
IOC høga raðfesting
Á fundinum greiddi umboð frá ÍSF frá drúgva arbeiðnum við at tryggja Føroyum IOC
limaskap. ÍSF skal sjálvsagt dríva hetta arbeiðið, men í dag hava vit umrøtt, hvussu
løgmaður og Løgmansskrivstovan kann stuðla og styrkja hetta altjóða arbeiðið, sum næstu
mánaðirnar fær høga raðfesting partarnar ímillum.
Í felag skulu vit styrkja ítróttaliga felagsskapin í Føroyum
Beinir Johannesen er sjálvur royndur ítróttamaður og hevur verið virkin í ítrótti alt lívið.
Beinir kennir tí føroyskan ítrótt og samfelagsliga týdningin av ítrótti sera væl. Hetta er ein
styrki fyri samstarvið, sum eisini snýr seg um at tryggja góðar karmar, fígging og virðing fyri
føroyska ítróttahópinum. Hópurin skal vaksa, og í felag skulu vit arbeiða fyri, at íðkarar,
venjarar, sjálvboðin og áskoðarar kenna seg sum part av ítróttaliga felagsskapinum í
Føroyum.
Beinir Johannesen er 15. løgmaður í røðini, sum gerst verji hjá føroyskum
ítrótti. Siðvenjan byrjaði í 1955, tá Kristian Djurhuus gjørdist fyrsti verji hjá føroyskum ítrótti.


