Regluligi ársaðalfundur Ítróttasambands Føroya var í dag.

Í formansfrágreiðing síni nam Heðin Mortensen millum annað við samfelagsliga týdningin, sum ítróttarørslan hevur. Serliga varð sambandið millum rørslu og heilsu tikið fram og varð víst á, at møguleikarnir fyri at minka um útreiðslurnar til sjúkrarøkt vildu økjast munandi, um til bar at fáa fleiri at íðka ítrótt av onkrum slagi.

ÍSF hevur nú sett serstaka eftirlitsnevnd umframt dopingnevnd og ítróttadómstól. Tað vil siga, at roknast kann við, at tað gongur ikki long tíð til regluligar doping-kanningar fara fram í Føroyum. Hesar kunnu vera meðan kapping er, men loyvt er nevndini at taka ófráboðaðar royndir eisini, t.d. eitt vanligt venjingarkvøld. Um nakar verður tikin fyri at nýta ólóglig stimbrandi evni er revsingin hørð. Vanligt er, at ein verður útihýstur frá allari luttøku í ítrótti í tvey ár.

Á fundinum kom fram, at ÍSF heldur talið av ítróttagreinum, ið nú verða íðkaðar í Føroyum, vera komið upp móti tí, ið fólkatalið í Føroyum kann bera – í hvussu er um nøkur dygd skal vera í ítróttini. Sum er eru 24 ítróttagreinar í 14 ser- og deildarsambondum og Ítróttasambandið mælir teimum, ið hava hug at royna seg í nýggjum greinum, at seta seg í samband við verandi sersambond og ÍSF sjalvt fyri har at fáa neyðuga hjálp og vegleiðing, soleiðis at tær nýggju greinirnar ikki bert gerast eitt upplop uttan nakran veruleika aftanfyri.

Saman við hinum norðurlendsku ítróttasambondunum hevur ÍSF heitt á Norðurlanda Ráðið og á stjórnirnar í øllum norðanlondunum um aktivt at arbeiða fyri, at talið av ítróttatímum í barnaskúlunum økist og at lestrargreinin ítrótt generelt verður sett fremri enn í dag. Hetta tí at nútíðar børn røra seg minni og minni. Sjónvarp og telduspøl hava í stóran mun avloyst uttandura spæl. Ítróttarørslan er bangin fyri, at gongdin vil halda fram, og í ringasta føri gerast verri, og at versnandi konditiónin vil hava við sær álvarsliga viknan av fólkaheilsuni.

Aðalfundurin fýltist annars á, at Sjónvarp Føroya gjørdi ov lítið burtur úr føroyskari ítrótt. Serliga var funnist at, at tjóðarítróttin – kappróður – bert varð umrødd í sekundstuttum brotum. Fundurin metti, at henda serføroyska ítróttagrein hevði betri uppiborið og heitti tí á Sjónvarp Føroya um at bera so í bandi, at gjørd verður serstøk kappróðrarsending, um hálvan tíma til longdar, hvørt sunnukvøld tá FM-stevnurnar eru.

Á fundinum var eisini nevndarval. Fyri vali stóðu næstformaðurin Sverre Midjord og skrivarin Petur Elias Petersen. Báðir vóru einmælt afturvaldir til eitt nýtt tvey-ára skeið. Eisini varamaðurin í Starvsnevndini, John Kjær, varð einmælt afturvaldur.