Á fundinum varð samtykt nýggj lóg fyri ítróttasambandið, ið m.a. staðfestir, at altjóða navnið hjá sambandinum nú er The Faroese Confederation of Sport and Olympic Committee. Lógin og einstøku greinarnar eru nú broyttar, so at hesar eru í samsvar við tey krøv sum IOC, altjóða Olympiska Ítróttasambandið, setur. Nýggja lógin er greiðari sett upp enn tann gamla og er í nýggju lógini eisini staðfest, at dopingnevnd og ítróttadómstólur eru fastir partar av ÍSF. Á fundinum varð eisini boðað frá, at dopingeftirlitisnevndin er farin til verka at fyrireika dopingroyndir í Føroyum og at bæði dopingnevnd og dómstólur eru til reiðar at taka støðu í møguligum málum, ið standast av royndunum.

Í formansfrágreiðing síni peikaði Heðin Mortensen á, at vandin er stórur fyri at fólk í einum samfelag, sum krevur lítið kropsligt virkni, í stóran mun gerast sjúk ella doyggja á ov ungum aldri. ÍSF vil tí m.a. arbeiða fyri at fáa fleiri ítróttatímar í fólkaskúlan og at fáa landsins myndugleikar at taka spurningin í álvara, soleiðis at kropslig rørsla eisini verður tikin við tá kommunu- og landsætlanir verða samtyktar. Í hesum sambandi heitir ÍSF á landsins myndugleikar at útnevna árið 2004 til rørsluár burturav, nevnt “FØROYAR Í RØRSLU”, har serstøk tiltøk fyri bæði vaksin og børn verða sett í verk. Eggjast skal til økt frítíðarvirksemi og rørslu og konkret motiónstilboð skulu gevast. Í skúlanum skal ljós varpast á sambandið millum heilsu og rørslu og í barnagørðum og dagstovnum eiga eisini at verða tiltøk, ið kunnu leggja grund fyri góða rørslur og heilsu víðari í lívinum. Ítróttasambandið heitir á landsins myndugleikar um at vera við í arbeiðsbólki, ið setur fokus á verkætlanir hjá lands- og kommunalum myndugleikum, og eisini seta hesar í verk fyri at geva øllum landsins borgarum tilboð um kropsligar rørslumøguleikar og harvið betri heilsu.

ÍSF-forsetin greiddi eisini frá, at játtanin til innanoyggja ítróttaferðir hevur verið ov lítil og at hon tí bert røkk til ¾ av árinum. Í september/oktober er játtanin uppbrúkt og so hóttir Strandfaraskip Landsins við at steðga skipanini. Á hvørjum ári er tí neyðugt við samráðingum fyri at fáa eykajáttan, men ikki fyrr enn játtanin kemur í samsvar við veruleikan kann truplleikin loysast. Játtanin er økt, men enn restar í.

ÍSF og Strandfaraskip Landsins hava samráðst um at finna nýggja skipan, ið skal gera tað lættari at umsita ítróttaferðirnar. Hóast nógv fundarvirksemi er enn ikki komið nakað ítøkiligt burturúr, men aðrir trupulleikar hava í staðin stungið seg upp. Hóast ítrottafeløg í góðari tíð boða frá, at tey skulu til kappingar kemur alt ov ofta fyri at tey fáa at vita, at pláss er ikki í bussunum og at eyka bussar verða ikki settir inn. Feløgini siga, at tað er vorðið tungt og stirvið, og í onkrum førum ógjørligt, at nýta bussruturnar. Hetta rakar í stóran mun feløgini í útjaðaranum, bæði tá tey sjálvi skulu ferðast og tá onnur skulu koma á vitjan. ÍSF heitir tí á SL og myndugleikarnar at fáa hesi viðurskifti í rætt lag soleiðis at so nógv fólk sum gjørligt kunnu íðka ítrótt, óansæð fjarstøðu millum oyggjar og bygdir, og at fólk á smáplássum/útoyggjum skulu hava sama møguleika at ferðast sum fólk í miðstaðarøkinum.

ÍSF hevur í fleiri ár havt ynski um at seta ein ella fleiri ítróttaráðgevar í starv. Hetta verður nú veruleiki. Peningur er settur av og verður ítróttaráðgevi settur innan rímiliga tíð. Endamálið við starvinum verður at menna og upplýsa um barna- og ungdómsítrótt, soleiðis at børn og ung kunnu hava tryggar og góðar karmar at virka innanfyri – bæði fysiskar og sálarligar. M.a. skal ráðgevin syrgja fyri at eingin váði er fyri kynsligum ágangi móti børnum í samband við ítrótt, at upplýst verður um vandan við rúsandi evnum, royking og doping, at sosialt minni ment fáa møguleikar innan ítróttina og at etiskar rætningslinjur verða gjørdar. Eisini verður ítróttaráðgevin at samstarva við myndugleikar um fysisku karmarnar hjá ítróttini.

Eisini varð mentanarálitið umrøtt. Funnist varð at Mentamálastýrinum at tað fullkomiliga hevði útihýst ítróttini úr mentanarálitunum. Hvørki í fyrra álitinum frá 1996 ella seinna, ið kom fyri stuttum, er ítróttin nevnd. Umleið 15.000 íðkandi ítróttafólk eru í Føroyum og á einhvønn hátt røkkur ítróttin inn í nærum øll føroysk heim og nú krevur ÍSF, at ítróttin verður tikin í álvara. Boðað er frá, at arbeiðsbólkur skal setast at gera serstakt ítróttaálit og upplýsti Óli Holm, landsstýrismaður í mentamálum, ið var gestarøðari á fundinum, at henda nevnd verður sett í næstum. Óli umrøddi annars samspælið millum myndugleikar og ítrótt og nam við leiklutin hjá ítróttini í mentanarkringinum. Hann lýsti spurningin við at venda vanliga hugtakinum um ítrótt nú er mentan ella ikki við at spyrja um hvat mentanin vildi verið uttan ítrótt. Fyri landsstýrismannin var eingin ivi – ítrótt er fastur og týðandi táttur av føroyska mentanatlívinum og eigur at fjálgast á sama hátt og aðrar mentanargreinar, í einum virknum og mennandi samstarvi milum ítróttarørsluna sjálva og myndugleikar landsins.

Fyri vali til Starvsnevndina stóð Heðin Mortensen, og var hann einmælt afturvaldur til eitt nýtt tvey-ára skeið sum forseti. Somuleiðis varð John Kjær einmælt afturvaldur sum varamaður í Starvsnevndini.

Aðalfundurin samtykti einmælt tvær áheitanir á Føroya Løgting – eina um rørsluárið 2004 og eina um trupulleikan við innanoyggja ítróttaferðum – og eru tær soljóðandi:

FUNDARSAMTYKT
Ásannandi at likamsrørsla hevur stóra ávirkan á og stóran týdning fyri fólkaheilsuna heitir aðalfundur Ítróttasamband Føroya á Føroya Løgting at útnevna ár 2004 til ár, ið er ognað rørslu og heilsu undir heitinum “Føroyar í rørslu”.

Ljós skal varpast á týdningin av rørslu í gerandisdegnum og tiltøk setast í verk, ið eggja fólki at taka lut í ymsum motiónstilboðum. Ásannandi at tað er í barna- og ungdómsárum at grundarlagið fyri góðari likams- og heilsurøkt verður lagt, skal m.a. arbeiðast fyri at talið av ítróttatímum í fólkaskúlanum verður økt og at borið verður so í bandi, at øll fólk í Føroyum – hvar tey so enn búleikast – fáa tilboð um at taka lut í rørslu- og ítróttatiltøkum.

Skipast skal fyri kunningartiltøkum og ráðstevnum umframt øðrum, ið kann geva upplýsing og vitan um ávirkan og nyttu av rørslu í gerandisdegnum.

FUNDARSAMTYKT
Aðalfundur Ítróttasamband Føroya heitir á Føroya Løgting um at játta Strandfaraskipum Landsins peningin, ið er neyðugur fyri at innanoyggja ítróttaferðir kunnu halda fram alt árið og samstundis nøkta veruliga tørvin.

Um hetta ikki verður gjørt, er vandi fyri at stórur partur av ítróttatiltøkunum, ið ætlaði eru, verða meint rakt og í síðstu atløgu detta niður fyri og vil hetta í serligan mun raka feløg og einstaklingar í útjaðaranum.